Eftir at hann leingi hevur verið plágaður av herviligum skaða í rygginum, hevur 31 ára gamli Uni Arge, sum hevur skorað fleiri mál fyri HB enn nakar annar, og sum eisini hevur skorað nógv á landsliðnum, gjørt av at seta skógvarnar á hillina
Tað er ikki huginum, sum tað bilar við. Hann hevur runnið eftr bóltinum, síðani hann dugdi at ganga, og hóast hann nú er 31 ára gamal, so hevði hann einki havt ímóti at runnið eftir bóltinum eitt sindur afturat. Men nú er altjóða karrieran liðug, og troyggjan á besta HB liðnum verður ikki smoygd um høvdið aftur.
Tað er Una Arge, sum vit tosa um. Hann hevur spælt millum lítið og einki í landskappingini í ár. Hann hevur verið plágaður av skaða í rygginum, og nú er staðfest, at talan er um diskosprolabs.
? Eg ætlaði at spæla hetta kappingarárið afturat, og eg var uppsettur at gera nógv við fótbóltin fyri at røkka nýggjum málum við HB og landsliðnum. Men dómurin hjá læknunum sigur mær, at tað er tíð at seta skógvarnar á hillina, og tað vendist ikki aftur, tíverri.
Nú fer Uni Arge upp í liðið av fyrrverandi fótbóltsspælarum, sum fylgir við uttan fyri vøllin, meðan fyrrverandi liðfelagarnir stremba eftir málinum, sum er at røkka steypasigrinum ólavsøkudag og FM heitinum.
? Tað verður ivaleyst torført at venja seg við nýggja leiklutin. Men eg havi onga orsøk at kæra meg. Um eg hevði verið 20 ára gamal, tá dómurin um ikki at spæla fótbólt varð sagdur, so hevði støðan verið øðrvísi. Men eg eri farin um tey 30, og tá plagar ikki at vera so nógv tíð eftir hjá teimum flestu. Skal eg síggja tað positiva í hesum, so er tað, at nú verða stundir at takast við okkurt annað. Seinastu mongu árini er fótbólturin farin við sera nógvari tíð, staðfestir Uni Arge.
Nógvir tindar
Tá Uni Arge lítur aftur á tíðina sum fótbóltsspælari, heldur hann tað vera torført at taka dagar ímillum, hvat nú hevur verið hægsti tindurin, tí teir hava verið nógvir.
? Málini hava altíð verið høg, og tíbetur eru fleiri rokkin. Nógvar framúr løtur eru at minnast á. Tað er, sum hvørt er komið eftir annað. Eg var 17 ára gamal, tá eg í juni í 1988 kom á besta HB liðið. Tað kendist sum stórt stig. Vit spældu ímóti ÍF, sum hevði Páll Guðlaugsson í málinum, og tað eydnaðist mær at skjóta mál. Tá Páll seinni varð landsliðsvenjari, argaði eg hann ofta við hesum.
Hetta fyrsta árið á besta liðnum var Uni Arge við til at vinna FM heitið til HB. Seinna FM heitið við HB var í 1990. Tá HB í 1998 vann bæði FM og steypakappingina var Uni í Íslandi og spældi fótbólt. Uni hevur spælt sjey steypafinalur í Føroyum, og hann hevur verið á vinnandi liðnum fýra ferðir.
Hóast hann hevur verið burtur frá okkurt tíðarskeiðið, tí hann tók journalistiska útbúgving, so siga hagtalskønu menninir í HB, at Uni Arge er tann spælarin, sum tilsaman hevur skorað fleiri mál enn nakar annar í felagnum. Í 220 dystum hevur hann skorað 176 mál. Støðuga og nógva málskjótingin hevði í 1993 og í 1997 við sær, at Uni Arge var toppskjútti í landskappingini. Besta árið var í 1997, tá hann skoraði 24 mál í landskappingini og 21 mál í steypakappingini.
Íslandstúrurin
Nógvu málini í 1997 høvdu við sær, at tað vóru boð eftir Una úr Íslandi. Páll Guðlaugsson var venjari í Leiftri, og hann leitaði eftir einum málslúki og einum málmanni. Teir fann hann í Føroyum. Jens Martin Kndusen var málverjin, og Uni Arge álopsmaðurin.
? Vit høvdu tvey góð ár í Leiftri. Í 1998 rukku vit í steypafinaluna, og árið eftir endaðu vit á triðja plássi í landskappingini. Tað var og er besta úrslitið hjá Leiftri nakrantíð, og tað var væl betri úrslit, enn nakar hevði torað at rokna við, minnist Uni Arge aftur á.
Tað er eingin loyna, at teir báðir føroysku spælararnir áttu sín stóra lut í góðu úrtøkunum. Jens Martin Knudsen varð kosin besti málverjin, og Uni var millum drúgvastu málskjúttarnar.
Í 2000 flutti Uni til ÍA á Akranesi, men tá fóru skaðarnir fyrstu ferð at gera um seg, og tí spældi Uni ikki so nógv. Liðbandsskaðar gjørdu, at hann ikki kundi spæla dystir í átta vikur. Men fram ímóti kappingarenda kom Uni fyri seg, og hann hevði týdningarmiklan leiklut í steypakappingini. Í hálvfinaluni skoraði hann málið, sum bar finalupláss til ÍA við sær, og í farvæl dystinum í Íslandi gjørdist Uni steypavinnari saman við Akranesi.
So gekk leiðin til Føroya, har Uni endaði aftur í HB. Í fyrstu dystunum í fjør tóktist hetta at rigga væl og Una Arge, men so høvdu innanhýsis trupulleikar við sær, at kappingarárið hjá teimum fór í fisk.
Í ár hevur hilnast væl betur:
? Liðið er sera gott, leikaratilfarið er avgjørt til at vinna greipuna , so tað verður spennandi at standa uttanfyri og fylgja við. Uni sigur við Sosialin, at hann inniliga vónar, at HB endar á toppinum aftur.
Annað ættarliðið á landsliðnum
Tá Ísrael 5. august í 1992 spældi 1?1 á Svangaskarði, vóru fleiri av gomlu Landskrona hetjunum burtur, og ungir menn trippaðu eftir at sleppa framat. Uni Arge var 21 ára gamal, og millum hinar nýggju menninar vóru Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Øssur Hansen, Todi Jónsson og Jákup Mikkelsen.
Tilsaman hevur Uni í 37 landsdystum skorað átta mál. Tað eydnaðist honum sostatt akkurát ikki at røkka toppskjúttanum higartil, Toda Jónsson, sum er skrásettur fyri níggju mál.
? At spæla á landsliðnum havi eg altíð mett at vera tað størsta, ið tú sum fótbóltsspælari kanst røkka. Eg eri sera fegin um, at eg fekk høvi at vera við, tá arbeitt varð við at menna landsliðið. Tað hevur ofta verið tikið til, at avrikini gjørdust betur, og tað eri eg samdur í. Brúsið og stemningurin í heimadystunum, tá tað hevur gingið væl, hava verið ógloymandi.
Serliga minnist Uni Arge aftur á javnleikirnar á heimavølli ímóti Skotlandi, Bosnia og Slovenia og sigrarnar ímóti Malta, og ikki at gloyma heimadystin ímóti Spania. Føroyar taptu 6?2 ta ferðina, men Uni skoraði hjá Zubizaretta. Tað kom ikki so ofta fyri, at bólturin fór í málð aftanfyri spanska veteranin.
Góðar avloysarar
Nýggi fyrrverandi fótbóltsspælarin stúrir ikki fyri, at landsliðið fer at detta niðurímillum.
? Verður rætt atborið eru fyritreytirnar góðar. Vit kunnu nevna Jón Róa Jacobsen, Jákup á Borg, Andrew av Fløtum, Christian Høgna Jacobsen, Rógva Jacobsen og Súna Olsen. Teir hava altjóða royndir á yngru landsliðnum, og teir hava fín evnir. Um blandingin millum royndar og ungar spælarar hepnast væl, so eru møguleikarnir góðir. Eg eri ikki púra ósamdur við tí, sum hevur verið frammi viðvíkjandi nýggja venjaranum. Men nú má ikki alt enda í negativiteti, og Henrik Larsen skal hava møguleika at vísa hvat hann ætlar. Persónliga haldi eg, at tað hevur týdning á fleiri økjum, at vit eiga eitt gott landslið. Ikki minst fyri tjóðskaparliga samleikan og stoltleikan. Mangur við mær man hava sannað, at uttan mun til hvar í Europa, tú ferðast og nevnir Føroyar, so er tað oftast fótbólturin, sum navnið fyrst verður knýtt at. Vónandi fer tað framvegis at verða soleiðis.