Uni spardi FSF fyri 80.000 krónur

Spælararnir fingu fýra túsund krónur í part fyri javnleikin

Tað var um reppið, at føroyingar í yvirtíðini fingu sigursmálið móti Skotlandi. Uni Arge fekk tamarhald á bóltinum, og um brotsteigarmarkið smekkaði hann til. Bólturin streyk framvið málinum, og so endaði tað 1-1.

Sambært sáttmálanum, sum er galdandi millum FSF og spælararnar, so fingu spælararnir fýra túsund krónur í part fyri javnleikin, og høvdu føroyingar vunnið, so hevði úrtøkan hjá hvørjum spælara verið átta túsund krónur. Tað vil við øðrum orðum siga, at FSF skuldi havt borgað áttati túsund krónur eyka, um bóturin hevði farið røttu megin stólpan, tá Uni Arge royndi móti málinum.

Stigið móti Skotlandi var tað næsta í hesari EM kappingini, og tað vil siga, at spælararnir, sum bæði vóru við á útivølli móti Litava og á heimavølli móti Skotlandi higartil hava fingið átta túsund í bonus, umframt at teir hava fingið dagpengar.

Einki er av ivast í, at teir í FSF hava lítið ella rættari einki ímóti at rinda bonuspengarnar. At úrslitini eru vorðin frægari hevur við sær, at áhugin millum áskoðararnar er vaksandi, og tað hevur aftur við sær, at inntøkurnar hjá FSF økjast.

Royndirnar siga, at áskoðararnir møta upp, tá tað gongur væl hjá landsliðnum. Avrikini í fjør ? millum annað javnleikurin í Litava ? gjørdu, at áhugin millum áskoðararnar var stórur upp undir heimadystin móti Skotlandi, og javnleikurin móti Skotlandi ger, at áhugin fyri heimadystinum móti Bosnia-Hersegovina er størri, enn hann annars hevði verið.

Tað er torført at meta, tí veður og vindur hevur so nógv at siga, men eftir javnleikin móti Skotlandi verður roknað við, at áskoðaratalið í annað kvøld fer at verða eina staðni millum 500 og eitt túsund hægri, enn tað hevði havt verið, um Skotland vann leygardagin.