Seinasta tíðina hava fleiri føroyskir bólkar spælt á Christiania í Keypmannahavn, og fríggjakvøldið verður einki undantak í so máta. Tá fer Uni Debess á pall við The Tomcats, sum eru Arnold Ludvig á bassinum og Martin Olsen á trummum.
Teir fara at spæla í Operaen, har eitt stórt føroyskt tónleikatiltak var herfyri. Og hetta tiltakið er bara eitt av mongum tiltøkum, har føroyskir tónleikabólkar hava verið við. Fyri nøkrum vikum síðani var stórt tiltak við Swangah Dangah, Dánjal á Neystabø, MonkeyRat og so Una Debess & The Tomcats á Operaen. Fyri viku síðani spældi Arnold Ludvig Trio á Christiania Jazz Club, og í gjár varð kunngjørt, at tiltakið De forblæste øer verður á Loppen 1. juni. Tá fara Øssur Johannesen, The Dreams, MC-Hár og Hamferð at spæla.
Til tiltakið í annaðkvøld fer danski bólkurin Kristian Hoffmann Band eisini at spæla. Eins og við Una Debess & The Tomcats spælir Kristian Hoffmann Band bluestónleik við íblástri úr rokkinum.
Tiltakið í annaðkvøld rópast Blues night at Operaen og byrjar klokkan 21.00.
Mynd: Uni Debess vann saman við bólkinum GoGo Blues Prix Føroyar í 2005 - ella Atlantic Music Event, sum tað var broytt til tá - har millum annað Arnold Ludvig var við at manna bólkin (Mynd: Rebekka Rafael)










