FÓTBÓLTUR: Uni Arge gjørdi aftur týsdagin vart við seg í íslendskum fótbólti.
Lið hansara, Leiftur, spældi kvartfinalu í íslendsku steypakappingini, og dysturin móti Víkingi úr Reykjavík var tættur.
Men at enda var tað føroyski álopsmaðurin, sum gjørdi munin.
Leiftur kom á odda 1-0, men í seinna hálvleiki javnaði Víkingur.
Stutt fyri leiklok sló Uni til, og hann skoraði málið, sum gav Leifti sigurin í týdningarmikla dystinum.
Máli hjá Uni gjørdi, at Leiftur nú eru klárir til hálvfinalunar í steypakappingini, og tær skulu spælast seinni í hesum mánaðinum.