Tað hevur ligið í luftini, men nú eru spekulatiónirnar váttaðar. Uni Rasmussen hevur tikið avgerð um at stilla upp til løgtingsvalið 2019 fyri Fólkaflokkin.
Hann gjørdi eitt megnarval til fólkatingsvalið, har hann óvæntað gjørdist fremstu á fólkaflokslistanum við 827 persónligum atkvøðum. Uni Rasmussen er beiggi løgtingsmannin Joen Magnus Rasmussen, sum fyri lítlari viku síðani boðaði frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið.
Brøðurnir høvdu annars avtalað, at teir ikki ætlaðu sær at stilla upp til sama val. Uni Rasmussen stillaði upp til fólkatingsvalið, meðan Joen Magnus Rasmussen eftir ætlan skuldi stilla upp til løgtingsvalið.
Tá Joen Magnus Rasmussen boðaði frá, at hann ikki stillaði upp, kundu summi leggja tvey og tvey saman, at ætlanin allarhelst var at fáa Una Rasmussen á vallistan, eftir sum hann fekk eitt so gott fólkatingsval seinast. Tað vísti seg so at passa, tí í gjárkvøldi kunngjørdi Uni Rasmussen tíðindini, at hann stillar upp.