Í morgin fer Uni Arge á tjóðarvøllin hjá íslendingum, Laugardalsvøllin í Reykjavík, at spæla steypafinalu. Mótstøðuliðið hjá ÍA er ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Felags fyri bæði liðini er, at tey eru sigursvand, og at hvørki teirra er nøgt við endastøðuna í landskappingini. Bæði liðini hava vunnið meistaraskapin fleiri ferðir, og bæði liðini hava vunnið steypakappingina fleiri ferðir. Endastøðan í landskappingini í ár bar hvørki hjá ÍA ella ÍBV pláss í Europa Cup við sær. Tí stendur serliga nógv upp á spæl í morgin.
? Felagið hjá okkum vil so fegið vera við í Europa Cup. Tað vilja teir í ÍBV eisini. Tað er greitt frammanundan, at bara annar parturin fær gjørt dreymin til veruleika, og vit ætla okkum at vinna.
Hetta sigur Uni Arge, sum eisini komandi kappingarár hevur sáttmála við felagið í Akranesi. At spæla finalu á Laugardalsvøllinum er ikki ókent fyri Una. Í 1998 vóru hann og Jens Martin Knudsen partur av Leifturs liðnum, sum tapti 2?0 ímóti júst ÍBV.
? Ta ferðina hildu vit okkum hava møguleika at vinna. Men vit mistu ein mann, tá ein hálvur tími var farin, og so taptu vit 2?0. Í ár verður ÍBV mett at vera lítil favorittur. Men alt skal avgerast ein og sama leikdag, so alt kann henda.
Nógvar royndir
Akranes var í finaluni í fjør, men tá taptu teir ímóti KR. Annars hevur Akranes stolt steypahagtøl at vísa á. Teir vunnu finaluna fyrstu ferð í 1978. Síðani tá hava teir vunnið seks ferðir: í 1982, 1983, 1984, 1986, 1993 og í 1996.
Fyrsta finalan var í 1960, og tað royndist illa nógvu tær fyrstu ferðirnar, Akranes var í finaluni. Teir taptu átta ferðir, áðrenn tað í 1978 eydnaðist at vinna: í 1961, 1963, 1964, 1965, 1969, 1974, 1975 og í 1976.
ÍBV hevur eisini verið í nógvum finalum, og viðurskiftini líkjast rættuliga nógv í Vestmannaoyggjunum og á Akranesi. Íslendsku fjølmiðlarnir tosa ofta um eyjamenn og skagamenn, og fótbólturin hevur nógv at siga í báðum støðunum:
? Hvat fólkatalinum viðvíkur, og tá tað snýr seg um áhugan fyri fótbólti og fiskivinnu, minnir Akranes nógv um tað, sum plagar at verða sagt um Klaksvíkina. Eg havi skilt, at tað er á sama hátt í Vestmannaoyggjunum. Nógv higani av plássinum koma til Reykavíkar at stuðla okkum, og nógv úr Vestmannaoyggjunum fara at stuðla teirra liði. Tey rokna við, at áskoðaratalið fer at liggja millum fýra og fimm túsund, sigur Uni Arge.
Soltið kappingarár
Í heyst hevur Uni Arge verið sera væl fyri. Bæði á landsliðnum og í Íslandi, har hann hevur skorað fleiri avgerandi mál:
? Eg havi spælt fótbólt í nógv ár, og eg havi verið heppin soleiðis at skilja, at eg ongantíð áður havi verið langtíðarskaddur. Tað havi eg verið í ár, og tað hevur kenst rættuliga frustrerandi, sigur Uni Arge, sum var burtur frá fótbóltinum í tíggju vikur.
? Nú er finalan á skránni, og um tað eydnast okkum at vinna, so fer alt annað í bakgrundina. Mín uppgáva er at skjóta mál í ÍA. Eg kenni ikki, at eg havi havt møguleikar at skorað tey málini, sum eg hevði vónað, og sum tey í felagnum høvdu roknað við. Men finalan er ein einastandandi møguleiki, heldur Uni Arge.
Tey seinnu árini hevur ÍA liðið síðsta samdøgurið undan finalunum hildið til á einum gistingarhúsi í Hveragerði. Tað gera teir eisini hesa ferð. Ferðin av Akranesi og til Reykjavíkar tekur einar 40 minuttir. Tá verður ferðast gjøgnum tunnilin undir Hvalfirði. Í dag fara Uni Arge og liðfelagarnir henda túrin. Í morgin fara nógv viðhaldsfólk av Akranesi sama veg. Vónin hjá teimum øllum er, at tey sunnukvøldið kunnu fara til hús aftur við steypinum og atgongumerkjunum til UEFA Cup.
? Tað hevði verið fantastiskt, sigur Uni Arge, sum mánadagin kemur til Føroya. Hann ætlar at gera nógv við venjingina, so hann verður væl fyri, tá landsliðið um tvær vikur fer til Sveis og Jugoslavia.
jh









