Kringvarpið fer aftur í dag at senda beinleiðis frá gudstænastu í dómkirkjuni. Eingi fólk vera í kirkju, men til ber at fylgja við í sjónvarpi og útvarpi.
Í morgin, annan páskadag, prædikar Ann Dahl Hansen.
Páskadagur er størsti dagur hjá teimum kristnu, tí tað er dagurin, tá ið Jesus reis upp frá deyðum, og sostatt vann hann sigur á deyðanum.
Kristin kring allan heim bera heilsanina ”Hann er upprisin”. Og fólk svara aftur: ”Ja, sanniliga er hann upprisin!”
Páskaboðskapurin, soleiðis sum Jóhannes evangelistur skrivar í kapitli 20,1-18, ljóðar soleiðis:
v1 Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíðliga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. v2 Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: «Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.» v3 Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. v4Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. v5 Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. v6 Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, v7 og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan. v8 Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. v9 Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. v10 Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs.
v11 Men Maria stóð uttanfyri við grøvina og græt. Sum hon nú græt, kagaði hon inn í grøvina, v12 og hon sær tveir einglar í hvítum klæðum sita har, annan við høvdalagið og annan við fótalagið, har sum Jesu likam hevði ligið. v13 Og teir siga við hana: «Kvinna, hví grætur tú?» Hon sigur við teir: «Tí at teir hava tikið harra mín, og eg veit ikki, hvar teir hava lagt hann.» v14 Tá ið hon hevði sagt hetta, vendi hon sær við, og hon sær Jesus standa har, og hon visti ikki, at tað var Jesus. v15 Jesus sigur við hana: «Kvinna, hví grætur tú? Hvørjum leitar tú eftir?» Hon hugsaði, at hetta mundi vera urtagarðsmaðurin, og sigur við hann: «Harri, hevur tú borið hann burtur, tá sig mær, hvar tú hevur lagt hann, og eg skal taka hann.» v16 Jesus sigur við hana: «Maria!» Hon vendir sær á og sigur við hann á hebráiskum: «Rabbuni!» (tað merkir: meistari). v17 Jesus sigur við hana: «Nem ikki við meg; tí at eg eri enn ikki farin upp til faðirin; men far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.» v18 Maria Magdalena kemur og boðar lærusveinunum: «Eg havi sæð Harran!» og at hann hevði sagt henni hetta.
Tað eru fleiri kirkjur, missiónshús og fríkirkjur, ið stroyma gudstænastur og møti á netinum, nú fólk ikki kunnu fara í kirkju ella á møti.
Christianskirkjan hevur eisini andakt á teirra facebooksíðu.
Nakrar aðrar kirkjur stroyma nú eisini gudstænastur á netinum. Millum aðrar Fríðrikskirkjan og Hósvíkar kirkja. Aðrir prestar hava andaktir, sum teir leggja út.
Tað eru eisini fleiri fríkirkjur, ið stroyma møti, ungdómsmøti ella sunnudagsskúla, millum aðrar Ebenezer, Betesda, Hebron, Lívdin, Siloa, Elim, Keldan, Oasan og fleiri onnur.
Nøkur missiónshús stroyma eisini á netinum. Millum onnur missiónshúsið Tabor á Toftum, KFUM&K í Klaksvík, meinigheitshúsið í Sandavági, Libanon í Sørvági og trubodin.fo.
Á spirar.fo er sunnudagsskúli á netinum.