Uni Næs dómpróstur

Kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi hava víst á Una Næs, sóknarprest í Fuglafirði, til kallið sum Dómpróstur Føroya, og tað vil bispur eisini Tríggjar umsóknir vóru til starvið sum dómpróstur.

Bispur, sum eisini hevur sítt at siga, tekur støði í tí ummæli, ið kirkjuráðini hava gjørt, og fer at innstilla Una Næs til kallið sum Dómpróstur Føroya.

Tá dómpróstur verður valdur, er talan um eina dupulta tilgongd. Dómprósturin er bæði sóknarprestur og umsitingarligur leiðari í fólkakirkjuni.

Kirkjuráðini ummæla umsóknirnar, og biskupurin ger sína egnu innstilling.

Bæði ummælið og innstillingin verða handað landsstýriskvinnuni í kirkjumálum. Síðani verður dómprósturin útnevndur.

Og tað eru altso kirkjuráðini í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og bispur, sum mæla Helenu Dam á Neystabø til at útnevna Una Næs til Dómpróst Føroya.

Uni Næs var sóknarprestur í Norðstreymoy 1992 ? 2000. Síðani 2000 hevur hann verið sóknarprestur í Fuglafjarðar prestagjaldi.