Tað gongur av skriðuni hjá teimum fýra føroyingunum á Ólafsfirði. Í fyrrakvøldið hevði Leiftur, sum er niðast í landskappingini, vitjan av Allani Mørkøre og hinum í ÍBV. Vestmannaoyingarnir vunnu 4?2. Teir halda fram í áttandaparts finaluni í steypakappingini, sum í Íslandi eitur CocaCola kappingin.
Eingin føroyingur var millum málskjúttarnar. ÍBV var á odda 4?0, áðrenn Leiftur, sum nú fer at savna alla orkuna um at sleppa av niðurflytingarplássinum, svaraði aftur.
Uni Arge hevur gingið ótolin og bíða eftir, at skaðin í økslini skuldi hvørva. Nú er Arge maðurin komin fyri seg aftur, og í fyrrakvøldið gav hann fyrstu ábendingarnar um, at teir í Akranesi kunnu rokna við, at máltevið framvegis er, sum tað hevur verið.
ÍA vann 4?1 á heimavølli ímóti Dalvík, og í 63. minutti var Uni Arge á rætta staðnum, tá hann við góðum stútara skoraði til 3?1.
Tað gongur væl hjá Pálli Guðlaugsson og Keflavík. Fyrr í vikuni sendu teir KR, sum í fjør vann bæði meistaraskapin og steypakappingina, úr steypakappingini. Keflavík vann 2?1.
Pól Thorsteinsson spælir við Vali í næstbestu deildini. Teir eru eisini komnir í áttandaparts finaluna. Men tað var strevið hjá Póli og teimum. Teir spældu ímóti Víkingi. Eftir vanliga leiktíð stóð á jøvnum 1?1. So var neyðugt at spæla tvær ferðir fimtan minuttir, og tá hevði Valur vunnið 3?2.
Breiðablik vann eftir longda leiktíð á útivølli 1?0 á Sindri, og Grindavík vann á útivølli í Reykjavík 2?0 á Fram. FH er topplið í næstbestu deildini. Í steypakappingini gongur eisini væl hjá teimum. Mikukvøldið vunnu teir 2?0 á Stjørnuni.
jh