Uni Arge rýmir leygardagin úr landsliðshópinum og setir kósina heim til Føroya. Álopsmaðurin á fótbóltslandsliðnum hevur verið plágaður av beinkrími, og hann fær hvørki spælt í dystinum móti Luxemburg leygardagin ella Ruslandi komandi mikudag.
Ístaðin vórðu boð send eftir gøtumanninum, Súna Olsen, sum spælir í hollendskum fótbólti.
Fróði Benjaminssen hevur vant aftur, men ivi er framvegis um, hvørt miðvallarin, Sámal Joensen, verður førur fyri at spæla. Hann hevur eisini ligið sjúkur.