Mangur føroyingur hevði leitað sær til Keypmannahavnar týsdagin, tá ið Guns n' Roses høvdu konsert í Parkini í Keypmannahavn.
Meðan konsertin hevur fingið ivasom ummæli orsaka av vánaligu ljóðgóðskuni, var tað kortini ein føroyingur, sum fór sera fegin frá staðnum aftur.
Talan er um sangaran Una Debess - ein maður, sum fekk eina heilt serliga gávu við sær úr Parkini aftur. Á Facebook skrivar Uni:
- Onkuntíð er man á rætta stað, røttu løtuna. Vit vóru í Parkini og hoyrdu eina feita konsert viđ Guns N' Roses. Tá konsertin endaði, kastaði Axl Rose mikrofonina hjá sær beint í hendurnar hjá mær, sigur Uni Debess.
Víðari vísir hann tvær myndir, sum hann hevur tikið á konsertini. Ein vísir reyðu mikrofonina hjá Axl Rose, hin vísir reyðu mikrofonina, sum Uni fekk beint í føvningin.
- Eg loftaði henni og fekk hana heilskapaða til hús, sigur ein fegin Uni Debess við in.fo í morgun.