Føroya feitasti bilur 2016 er funnin í eini kapping, sum SMS skipaði fyri.
Fólk høvdu møguleika at leggja myndir av sínum bilum í Facebook profilin SMS á netinum. Síðan valdi ein dómsnevnd við Sofusi Hansen, Óla Mouritsen Magnusi Gunnarsson teir seks bilarnar út, sum komu at standa á Torginum í SMS, har fólk eisini kundu atkvøða um hvønn teimum dámdu best. Áhugin fyri kappingini hevur verið stórur, og túsundtals gestir í SMS hava atkvøtt, síðan kappingin byrjaði týsdagin.
Dómsnevndin valdi ein svartan Mercedes CLS hjá Una Petersen til Føroya feitasta bil. Bilurin var eisini við í fjør, men tá bleiv hann ikki valdur. Nakað er gjørt við bilin síðan tá við t.d. flottari kølaragittari og felgum, sum nokk gjørdu sítt til at hann bleiv nummar eitt í ár.
Tey vitjandi í SMS valdu ein hvítan Mercedes AMG S65 hjá Mikkjali Godtfred til Føroya feitasta bil.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/