Uni Debess vitjar Pubbina á Tvøroyri

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið undirheldur blues-kongurin Uni Debess á Pubbini á Tvøroyri.

 

Uni Debess er eitt kent andlit innan føroyskan tónleik. Hann er oddamaður í eitt nú Gogo-Blues, Crawling Blue og Debess Blues Station.

 

Eisini hevur Uni Debess mangan undirhildið einsamallur, eins og hann um vikuskiftið skal gera á Tvøroyri.

 

Hesum boða fyrireikarar frá.