Uni Danielsen er nýggjur stjóri í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum. Uni Danielsen er nýggjur stjóri í P/F Vágatunlinum og P/F Norðoyatunlinum.
Tað hava nevndirnar í báðum tunnilsfeløgunum gjørt av.
Uni Danielsen er 50 ára gamal og hevur drúgvar arbeiðs- og leiðsluroyndir í pengastovni og sum stjóri á tænastufyritøku. Eisini hevur hann havt fleiri nevndarsessir tey seinastu mongu árini. Starvið sum stjóri er sett fyri eitt 4 ára skeið, og verður røkt sum eitt hálvtíðarstarv.
Uni Danielsen tekur við sum stjóri fyri báðar undirsjóvartunlarnar 1. februar.
Uni Danielsen er gestur í tíðindunum á Rás2 klokkan 12.