Uni Danielsen: Hin vænasta rósan

Hetta er mín jólasangur

- Jólini er høgtíðin tá familjan savnast, børnini koma heim saman við abbabørnum. Hetta er høgtíðin tá vit leggja dent á at vísa næstrakærleika, umsorgan og fyrigeving, sigur Uni Danielsen í Hoyvík.

Tað eru nógvir vakrir jólasálmar, men ein sum hevur sett seg fast í mínum sinni er “Hin vænasta rósan er funnin”, skrivaður av Hans Adolf Brorson í 1832.

Hetta er ein vakur sálmur, góður melodiur og ein av mest sungnu sálmum á jólum. Sálmurin er góður sum inspiratión og frágreiðing til jólaboðskapin, og hevur eina góða myndatalu, har vænasta rósan spírar fram ímillum hvassastu tornir og bjargar tann “í syndini sekaða gróður”. Á henda hátt verður urtagarðurin allur bjargaður, tó eru nakrar plantur sum eru ov stoltar, sum mugu læra at vera meiri eyðmjúkar.


- Men tá øll familjan dansar um jólatræðið jólaaftan, tá finna vit lættari sálmar sum vit næstan duga uttanat, so sum “Gleðilig Jól”, “Eitt barn er føtt í Bethlehem” og “Føgur er foldin”. Men “Nissumamma og nissupápi” og líknandi sangir verða eisini sungnir, við stórari undirtøku, sigur Uni Danielsen.



Mynd



VÆNASTA RÓSAN

Sálmurin “Hin vænasta rósan” er góður sum inspiratión og frágreiðing til jólaboðskapin, og hevur eina góða myndatalu, har vænasta rósan spírar fram ímillum hvassastu tornir og bjargar tann “í syndini sekaða gróður”, sigur Uni Danielsen í Hoyvík





Hin vænasta rósan er funnin,

á hvassastu tornum útrunnin.

Vár Jesus, tann rósan, hon gróði,

hvar fólk fast í syndini svóvu.


2. Frá heiður vár spiltist hin fríði

Guðs bílæt at bera til prýði,

lá verøld í villu og oyði,

í synd vit tá øll burtur doyðu.


3. Guð rósuna læt tá fram spíra

at reinska og bøta vár' dýra

í syndini sekaða gróður,

so aftur hann verða kann góður.


4. Øll verøld seg eigur at frøa

og lovsálmar mangar at kvøða;

men stutt er tann kunnleiki nomin,

at rósan til jarðar er komin.


5. Tit harðvunnu tistlar og dáar,

hví halda tit tykkum so háar?

Hví standa tit altíð so reystir

í spillandi stórlæti festir?


6. O, leitið at eyðmjúkum støðum,

for Jesusi grátið á knøum!

Tá fáa tit Jesus í talu;

tí rósurnar vaksa í dali.


7. Mín Jesus, tú veri í vali

mær rósa og dýrgripur sæli!

Tær eitrandi lystir tú oyðir,

til kross tín meg blídliga leiðir.


8. Lat verøld meg háða og aga,

lat tornarnar stinga og naga,

lat lakið tey yvir meg breiða,

eg rósuna altíð vil eiga.

Brorson 1732. Ókendur.