Uni, Búi og Basalt í Glitni

Aftur hetta vikuskiftið er nógvur livandi tónleikur í Glitni. Fríggjakvøldið undirhalda Uni Debes og Búi Dam við løttunum og góðum tónleiki. Leygarkvøldið spælir Basalt til dans.


Basalt eru Poul Müller (sang, mandolin og gittar), Kári Olsen (sang og gittar), Kenneth (ljómborð og sang), Mikkjal Øster (bass) og Annfinnur Jacobsen (trummir og sang). Verandi manning hevur spælt saman síðan 1998, men bólkurin hevur røtur heilt afturi í sjeyti árunum.