Uni Arge við nýggjum jólasangi

"Besta løtan" eitur nýggjur jólasangur, sum Uni Arge hevur skrivað

"Besta løtan" eitur nýggjur jólasangur, sum Uni Arge hevur skrivað, og sum lýsir friðsælu vetrarkvøldini, gleðina á jólum og eisini einsemið, sum summi kenna um høgtíðina.

 

Um nýggja jólasangin sigur Uni Arge: - hetta er ein nýggjur jólasangur, eg havi sett orð og lag til og júst spælt inn í Kristuff Studio. "Besta løtan" kallast hann. Gjørdi ein jólasang fyri nógvum árum síðan um nissuna, Pjøssu. Tað var ein barnasangur. Hesin er ætlaður øllum, børnum sum vaksnum.

 

Sangur og guitar: Uni Arge.

Bass, strúkarar og klokkur: Kristoffur Mørkøre.

Trummur: Tórur Dam Jacobsen

Framleiðsla: Krisstuff Studio.

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, fyri at hoyra nýggja jólasangin hjá Una Arge.