Uni Arge kann skriva seg inn í íslendsku fótbóltssøguna

Um Uni Arge ger mál í morgin, er hann tann fyrsti, sum hevur megnað at skorað í øllum dystunum í íslendsku steypakappingini

Uni Arge hevur í morgin møguleika fyri at avrika nakað heilt serligt í íslendskum fótbólti. Um hann megnar at skora móti ÍBV, verður hann tann fyrsti nakrantíð, sum hevur skotið mál í øllum steypadystunum, sum liðið hevur spælt í einum kappingarári.

Tá Leiftur í fyrsta umfari av steypakappingini spældi móti Tindastóll, vunnu teir 5-0 á útivølli, og Uni skeyt tvey av málunum. Í 2. umfari gjørdi Uni aftur tvey mál, tá Leiftur vann 4-2 á KVA. Fjórðingsfinaluna móti Víkingi vann Leiftur 2-1, og her var Uni Arge eisini annar av málskjúttunum. Og tá Leiftur vann sera tøttu og spennandi hálvfinaluna móti Grindavík 2-0, gjørdi føroyski landsliðsáleyparin eisini sína skyldu við at skora annað málið (málini hjá Leiftur komu í 84. og 87. minutti).

Sostatt kann Uni, um hann eisini klárar at finna málið í finaluni í morgin, gerast søguligur, tí so hevur hann skorað í øllum steypadystunum, og tað hevur eingin megnað fyrr.

Sjálvur sigur Uni, at tað týdningarmesta er, at Leiftur vinnur, men tað hevði ivaleyst gjørt sigurin enn søtari, um tað nú skuldi hent, at fyrrverandi HB-framherjin eisini fekk okkurt málið.