Tað var ikki fyrr enn á evsta leikdegi í fjør, at VB/Sumba risti niðurflytingarhóttanina av sær. Somikið stór var hendan hóttan, at liðið í longri tíðarskeið var at finna undir kriminellu strikuni, og tað var fyri nógv ein undirstriking av, at fótbólturin í Suðuroynni ikki hevur tað serliga gott í løtuni.
Ungur veteranur
Tú skalt tó ikki leitað langt aftur, fyri at staðfesta, at soleiðis hevur ikki altíð verið. FM-heitið í 2000 er enn kanska fremsti varðin hjá vágbingum, men tey sjey árini síðani, hevur tað mests um støðugt gingið afturá.
Ein frágreiðingin til hetta er uttan iva stóra ættarliðsskiftið, sum hevur verið framt. Eitt ættarliðsskifti, sum inniber, at 28 ára gamli Dan Djurhuus er einasti spælarin í FM-hópinum, sum enn er við á liðnum. Enntá ein spælari, sum í 2000 var at roknað sum marginalspælari, men sum nú er ein teirra, sum veruliga skal bera tunga lessið í felagnum.
- Tað leggur ivaleyst meira ábyrgd á mínar herðar, enn eg áður havi havt, men tað er so bara ein støða, sum eg má læra at liva við.
Men er talan ikki um øgiliga stórt skifti, nú oddastríðið er skift um við botnstríð?
- Jú, tað er tað. Tað var tó eingin kring felagið, sum roknað við, at tað fór at verða lætt, nú hópurin broyttist so nógv. Í fjør nýttu vit heilt nógvar spælarar, sum ikki hava tær drúgvu royndirnar í fremstu ræð, og tú kanst væl siga, at hópurin ikki var heilt til reiðar í so máta. Avrikini sveiggjaðu ógvuliga nógv, og tað kemst eisini av vantandi royndum. Tá tú spælir í fremstu røð, so mugu spælararnir læra, at tú mást geva teg 100% hvørja tí einastu ferð. Í fjør høvdu vit dystir, har vit veruliga offraðu okkum, og tá gekst væl. Men vit fingu eisini nakrar veruliga avsmurningar, tá menn hildu, at avrikið kom av sær sjálvum.
Byggja víðari
Men hóast støðan ikki er heilt so hugalig nú, so ivast Dan ikki í, at hetta er einasta gongda leiðin.
- Nú er hópurin tað árið royndari, so eg ivist ikki í, at vit hava lært nakað. Felagið hevur seinnu árini havt góð úrslit í yngru deildunum, og hóast onkrir spælarar eru farnir uttanlands av hesum, so eru eisini spælarar við fínum fótbóltsevnum eftir. Og tað eru fyrst og fremst hesir, sum vit skulu byggja á.
Tað hevur verið nógv tosa um eitt felags suðuroyarlið, so grundarlagið kann styrkjast. Er tað nakað, ið tit sum spælarar hugsa um?
- Bæði og. Sjálvandi kann ein og hvør hava sína meining um hetta, og á nevndarstøði hevur eisini verið arbeitt við hesum. Sum spælari er tó avmarkað, hvat tú fært gjørt við hetta. Vit mugu arbeiða út frá teimum karmum, sum vit nú einaferð hava.
Skal betrast
Tá tosið fellur inn á komandi kappingarár, so er Dan Djurhuus hampuliga avgjørdur um málsetning.
- Árið í fjør var einki serliga hugaligt, og fremsta mál okkara er at gera tað betri í ár. Tað ávirkaði kanska eitt sindur skeiva vegin, at Tomislav Sivic ikki kom til landið kortini, men venjingarstøðan er kortini í lagi. Ikki minst tí Jóan Pauli Olsen gjørdi eitt fínt arbeiði í fyrireikandi venjingunum.
- Og nú er nýggi venjarin so farin til verka. Higartil haldi eg, at hann hevur verið framúr. Tú sært veruliga, at hetta er ein maður, sum hugsar fótbólt í øllum tí, sum hann ger til venjing, og vónandi fer hetta eisini at síggjast aftur í spælinum.
Meinar tú tá við, at vit í ár koma at síggja eitt VB-lið við denti á stutta passing-spælið?
- Nú skal eg sjálvandi ikki sita her og garantera nakað, tí tað ber illa til at siga frammanundan, hvussu árið fer at hilnast. Men eg ivist ikki í, at Predrad hevur sera góðar førleikar, og tað verður spennandi at síggja, hvønn ávøkst hansara arbeiði fer at bera, sigur Dan Djurhuus.