Ein miðvikudag ímillum tær fýra ferðirnar, hann setir seg umborð á Smyril ávegis til Suðuroynna, er VB-venjarin, Kári Horn, staddur í heimbýnum, høvuðsstaðnum Tórshavn. Hann ferðast nógv og má toyggja seg fyri at fáa familju-, arbeiðs- og venjaralívið at hanga saman, men hetta hevur hann sjálvur valt. Hondbóltur er rótfestur í familjuni frá barnsbeini av, og undan hesum kappingarárinum tók hann avgerðina um at á fyrsta sinni kasta seg út í venjaralívið hjá vaksnum. Hann er nú snúningsdepil í siðvandu hondbóltsbygdini, Vági, har hann gongur á odda hjá fremsta kvinnuliði felagsins.
Liggur til familjuna
- Hondbóltur hevur altíð verið ein partur av okkara familju. Eg havi sjálvur spælt hondbólt síðani eg sum fýra ára gamal fór til mini-hondbólt í Eysturskúlanum hjá Svannu (Hanusardóttir, blðm.). Omma mín, Elsa Horn, var við í Neistanum frá byrjan, og mamma mín, Elsa Horn, er eisini í felagnum. Eg havi eisini ein lítlabeiggja, sum spælir, sigur Kári Horn, sum trúgvur mótvegis siðvenjuni í familjuni tekur lut í hondbóltinum.
Hann er nærmast sjálvsagt uppvaksin í Neistanum, men hevur síðani eisini spælt í danska felagnum Nykøbing FH, har hann eisini av álvara fekk kveikt sín áhuga í at gerast venjari.
- Eg var tað, sum teir har kallaðu gubbi at ungdómsliðum í felagnum. Tað merkti, at vit á besta liðnum inn ímillum skuldu venja tey yngru og eitt nú vísa teimum, hvussu vit eldru venja, sigur Kári, sum altíð – eisini sum spælari – hevur hugsað nógv hondbólt og tískil ikki verið langt frá einum venjarayrki.
- Sum spælari var eg kanska ein strævin spælari hjá venjaranum at hava við at gera. Eg hevði altíð mínar meiningar. Venjarin hjá mær í Danmark bað meg bara fara at vera venjari, eftirsum eg altíð skuldi vera so klókur, og í grundini gav hann mær eitt spark í reyvina, tí tá ið eg so fekk eitt tilboð um at venja eitt ungdómslið í felagnum, tók eg av, greiðir Kári frá um byrjanina upp á venjaraleið hansara.
Hugskot til føroyingar
Tá ið Kári Horn spældi í Nykøbing FH, var hann sum nevnt gubbi at yngri liðum í felagnum, har hann skuldi venja tey nú og tá. Eitt sera gott hugskot sambært honum, sum føroyingar kundu tikið upp.
- Talan var um eitt frálíkt samstarv ímillum tey eldru og tey yngru í felagnum. Vit vístu teimum eitt nú hvussu vit eldru venja, og afturfyri vóru tey í høllini til dystir og heppaðu á okkum. Í Føroyum sært tú ofta bara leikararnar ein tíma í dysti ein sunnudag, so eg haldi avgjørt, at hetta hugskotið er nakað, vit í Føroyum burdu tikið upp, sigur Kári.
Fyri tey yngru í felagnum vóru leikararnir sannar fyrimyndir og høvdu málað seg við nøvnum teirra, tá ið tey stuðlaðu teimum undir dysti.
Tilboð frá VB
Heimafturkomin til Føroya hevur Kári sjálvur spælt hondbólt í barndómsfelagnum Neistanum, men eisini eitt ár í StÍF. Hann hevur tó allatíð havt eitt venjarastarv í ungdómsdeildini við síðuna av, bæði hjá Neistanum og StÍF, umframt at hann hevur staðið á odda fyri U16-kvinnulandsliðnum. Tað var júst venjarastarvið hjá hesum landsliðnum, sum upprunaliga knýtti hann til VB, har hann nú er venjari.
- Eg var og vandi U16-kvinnulandsliðið í Vági, og tá spurdi Egil (Steintórsson, formaður í VB, blðm.) um eg ikki hevði hug at venja kvinnurnar í felagnum. Tað var kanska mest skemt og eg trúði tí ikki at byrja við, men hann vendi síðani aftur til mín; vit tosaðu aftur og fram og tað endaði við, at eg tók av, sigur Kári, sum ikki ivaðist eina løtu í tilboðnum.
- Hetta var eitt stórt lop at taka, men eg ivaðist ikki. Tað var hetta, eg gjarna vildi. Eg havi altíð havt eitt ynski um at venja vaksin, staðfestir hann.
Tað, at hann alt sítt lív hevur vant ungdómslið og nú skuldi taka fetið til at venja vaksin, var ein stór umbroyting.
- Tað er stórur munur. Í ungdómsdeildunum ræður tað um at menna leikararnar, meðan tað í vaksnamannadeildunum ræður um at vinna. Sjálvandi skalt tú eisini menna leikararnar her, men nú skalt tú menna teir til at vinna dystir, so ein kann siga, at hetta er eitt heilt annað slag av menning, vísir Kári á.
Góðar umstøður
Vesturi á Eiðinum í Vági liggur VB-høllin, har VB spælir sínar heimadystir. Og tað eru nógvir trúgvir áskoðarar, sum dyst eftir dyst møtast at fylla høllina til heimadystirnar hjá VB.
- Karmarnir á heimavølli eru fantastiskir. Tað er full høll hvørjaferð og øgiligur stuðul. Øll í Vági bakk upp um VB, so tað er heilt kolossalt, staðfestir Kári.
Frá sjálvum felagnum fær hann eisini allan hugsandi stuðul.
- Eg havi verið væl móttikin og følt meg ógvuliga vælkomnan frá degi eitt. Eg mangli einki. Hevur nakað manglað, so havi eg fingið tað beinanvegin, alt frá keylur til nátturða, skemtar Kári.
Hann er ikki einsamallur norðingur, ið er knýttur at hópinum. Undir liðini hevur hann ein hjálparvenjara og liðleiðara í 21 ára gamla Einar Martini Jacobsen, sum eisini er uppvaksin í Neistanum.
- Hann ger eitt stórt arbeiði. Hann hjálpir til, har sum hann skal, og røkir allar uppgávur fult út, sigur Kári um hjálparvenjara sín, sum somuleiðis ferðast ímillum høvuðsstaðin og Vág fleiri ferðir um vikuna.
Samansetingin riggar
Tað hevur gingið gingið óvæntað væl hjá einum so lutfalsliga blaðungum venjara. Hann hevur av álvara fingið lív í felagið aftur við góðu gongdini. Kári metir tað vera eina góða blanding á liðnum.
- Tað, sum hevur riggað, er ein samansetingur av øllum møguligum persónligheitum á liðnum – frá eldri til ungar. Viljin hjá teimum fær tað til at rigga. Tær vilja venja, møta væl upp og tað er einki fjas. Tær geva seg 120% til venjing, og tað er tað, sum skal til, sigur Kári.
Undan kappingarárinum hevði hann sett sum málsetning, at lið hansara skuldi vinna okkurt slag av heiðursmerki. Tað hevur hann longu megnað við at vinna silvur í steypakappingini, og framvegis liggur liðið rímiliga væl fyri til at røkka einari FM-finalu.
- Eg hevði roknað við, at vit komu at liggja í oddanum. Eg visti, at Neistin fór at strúka avstað, og síðani at øll liðini, burtursæð frá Tjaldur, fóru at kappast um hitt finaluplássið. Men beint nú sær tað út til at tað bara eru vit og Stjørnan. Í steypakappingini var eg greiður yvir, at alt kundi henda. Tað ræður um at vera heppin við lutakastinum o.s.fr., sigur Kári.
Lurtar eftir ráðum
Hann er venjari í Vági tríggjar ferðir um vikuna, og eftirsum tað ikki røkkur til fleiri venjingar, venja tær hart og leingi tvær ferðir um vikuna og hava taktiska venjing ta einu ferðina. Sjálvur metir Kári seg vera ein strangan venjara, men bara tá ið tað er neyðugt, og krevur hann eisini at tær eru væl fyri kropsliga. Í sálarliga og taktiska partinum av spælinum letur hann eisini leikararnar hava sínar hugsjónir og tekur tær upp á ráð.
- Eg arbeiði nógv við at tær eisini skulu hava sína meining og hava sína rødd hoyrda, men samstundis at tær seinastu avgerðirnar eru mínar. Um eg allatíð standi og sigi hvussu tær skulu gera, so koma vit ongan veg. Tær skulu sjálvar hugsa hondbólt, so um eg ein dag eri forkølaður og ikki ái rópt inn á vøllin, so skulu tær hóast alt vita hvat tær skulu gera, sigur Kári Horn at enda.
FAKTA
Navn: Kári Horn
Aldur: 35
Bústaður: Tórshavn
Fyrrv. Feløg (spælari): Neistin, StÍF,
Fyrrv. Feløg (venjari): Nykøbing FH, Neistin (ungdómsvenjari), U16-kvinnulandsliðið