Ungur og royndur venjari skal byggja upp á nýggjum

Tað verður 38 ára gamli norðmaðurin, Steffen Landro, sum skal standa við stýrisvølin á Dungasandi í ár

Tað verður 38 ára gamli norðmaðurin, Steffen Landro, sum skal standa við stýrisvølin á Dungasandi í ár. Eitt heilt lið er vekk, og eitt nýtt skal byggjast. Steffen Landro ræðist tó hvørki uppgávuna ella veðrið í Føroyum.

 

Tað er sól, tá Sosialurin er á vitjan á Dungasandi. Steffen Landro er í venjingarbúna og keppi. Hann er blíður og tað merkist skjótt, at hann er prátingarsamur. Steffen Landro er uppvaksin á lítlari oyggj, sum liggur stutt frá norska stórbýnum, Bergen.

 

Steffen Landro lendi í Føroyum fyrst í januar. Veðrið var av tí besta og tað vóru góð líkindi at venja fótbólt, men síðani hevur tað verið kavi, frost og ódnarveður.

 

- Eg eri uppvaksin við vindi og kulda, so eg ræðist als ikki veðrið her, sigur norski venjarin, sum tekur við eftir landsmanninum Lars Arne Nielsen.

 

Hann ætlar sær í topp fýra, men ásannar at tað krevur at røttu spælararnir koma inn. Les alla samrøðuna við Steffen Landro í Fótbóltsblaðnum hjá Sosialinum.

 

##med2##