Ungur málverji sáttmála við NSÍ

16 ára gamli Karstin Hansen verður í NSÍ trý tey næstu árini

Á heimasíðu síni, nsi.fo, skrivar NSÍ, at ein av ungu spælarunum, sum er uppvaksin í felagnum, nú hevur skrivað undir sáttmála við felagið.

Talan er um 16 ára gamla málverjan, Karstin Hansen, sum felagið hevur knýtt at sær. Málverjin og felagið hava skrivað undir trý ára sáttmála.

Á nsi.fo verður sagt at Karstin hevur spælt øll síni ungdómsár í barndómsfelagnum. Hann er enn eitt úrslit av tí góða ungdómsarbeiðnum, sum felagið stendur fyri, har høvuðsendamálið er at menna egnar leikarar til besta liðið.

Hóast sín unga aldur hevur Karstin longu spælt fleiri ungdómslandsdystir fyri Føroyar. Hann hevur verið fyrsta val sum aftasti skansi á bæði U-15 og U-17 seinastu tvey árini.

Serliga í seinastu EM undankappingini hjá U-17 landsliðnum í Georgia, var avrikið hjá Karstini Hansen frálíka gott.