Í nátt hevur løgreglan gjørt ferðkanningar í miðstaðarøkinum og varð dýrt fyri ein ungan bilførara. Hann varð nevniliga tikin fyri at koyra 119 kilometrar um tíman á einum strekki har tað var loyvt at koyra 80.
Talan er um ein bilførara, sum hevur havt koyrikortið í styttri enn trý ár og tá eru reglurnar serliga strangar. Hetta merkir, at í hesum føri fekk bilførarin koyriforboð og sostatt mátti lata bilin standa.
Sostatt má hann taka koyrikortið av nýggjum og til hann hevur staðið royndina, bæði í teori og koyring, hevur hann ikki loyvi til at koyra bil.