Ungur maður fíggjarleiðari hjá Mowi

Mowi Føroyar heldur, at nýggi fíggjarleiðarin er ein fongur fyri fyritøkuna.

 

 

Mowi Føroyar hevur sett Arna Ree Winthereig í starv sum fíggjarleiðara í felagnum. Hann er føddur hin 9. februar í 1985 og er soleiðis 35 ára gamal. Arne Ree Winthereig er uppvaksin í Havn, men býr saman við konu og børnum á Nesi í Eysturoy.

Hann byrjaði hjá Mowi hin 18. august og starvast á høvuðsskrivstovu felagsins, sum er í virkisbygninginum hjá felagnum á Heygsstøð á Strondum.

Arne Ree Winthereig hevur eina HD í roknskapi og er cand. merc. í Finance and International Business. Starvsroyndirnar hevur hann eitt nú sum roknskaparráðgevi hjá BioMar Group, umframt royndir sum fíggjarleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu og fulltrúi í Fiskimálaráðnum.

Í nakrar mánaðir var hann eisini fíggjarleiðari hjá IRF.

Ernst Jacobsen, sum er fyrisitingarleiðari hjá Mowi og hevur starvast hjá alifelagnum í umleið hálvt sjeynda ár, hevur eisini staðið fyri fíggjarliga partinum í fyritøkuni.

Nú virksemi hjá fyritøkuni er vaksið, fer hann í enn størri mun at taka sær av tí fyrisitingarliga.

Allar deildir hjá Mowi, sum hevur aling í fleiri londum, hava seinnu árini brúkt eina bókhaldasskipan, rópt M3, og henda skipan, sum eisini fevnir um logstikk og ymiskt annað, skal nú fáast upp at koyra í føroyska partinum.

Sum roknskaparráðgevi hjá BioMar Group er Arne Ree Winthereig serfrøðingur í hesi skipan, og tí heldur Mowi Føroyar, at ungi maðurin er ein fongur fyri fyritøkuna.

Tað verður soleiðis nýggi fíggjarleiðarin, ið eisini kemur at hava ábyrgd fyri M3-skipanini, sum hann kennur út í æsir, samstundis sum Ernst Jacobsen heldur fram í sínum upprunaliga starvi sum fyrisitingarleiðari.