Dysturin ímillum bestu U16 liðini hjá KÍ og 07 Vestur á Djúpumýru seinnapartin fekk ein sera keðiligan enda, tá ein 07 Vestur-leikari miðskeiðis í seinna hálvleiki small um og var uttan vit í fleiri minuttir.
Tað skrivar Klaksvíkar Ítróttarfelag á facebooksíðuni.
– Við hjálp frá hjartastartara og nógvum góðum hondum fekst lív aftur í unga dreingin, og sjúkrabilurin var eisini skjótur á staðnum. Støðan er stabil, og drongurin verður nú sendur víðari av sjúkrahúsinum í Klaksvík og til Landssjúkrahúsið, skrivar KÍ.
Leikarinir hjá báðum liðunum vóru sum vera man sjokeraðir, og vórðu samlaðir í Húsmøðrafelagnum, har teir fingu mat og drekka frá felagnum og eisini sálarliga fyrstuhjálp.
KÍ skrigar, at tað vóru fleiri á staðnum, ið handlaðu sera skjótt, og fingu hjálpt – og hjálpa enn! – og felagið vil inniliga takka hesum fólki.
– Tað er sera umráðandi, tá lív stendur upp á spæl at standa saman, og at man arbeiðir skjótt, og hetta varð gjørt. Vit senda okkara tankar og bønir út til leikaran, familju hansara, bæðini liðini, venjarar og felagið 07 Vestur og vóna, at hann kemur fyri seg aftur skjótast gjørligt. Dysturin varð avblástur, og endaði 7-0 til KÍ. Í sllíkum førum verður fótbólturin gloymdur, skrivar KÍ.










