Ungur HB?ari til Middlesbrough

16 ára gamli Rani Christiansen úr HB er boðin til Middlesbrough at royndarvenja.

Hetta skrivar almenna internetsíðan hjá HB.

Í vikuni kom sendi enska stórfelagið HB eitt telefax, har teir bjóðaðu Rana til Onglands at venja.

Rani var við á føroyska U16 landsliðnum, sum var vi í NM-kappingini í Gundadali í næstseinastu viku. Rani stóð seg avbera væl í hesi kappingini, og tað hevði eisini við sær, at bretar fingu eyga á evnaríka spælaran.

Sambært HB-heimasíðuni, hevur leiðslan í HB verið í sambandi við Rana og foreldur hansara, og tað er líkt til, at Rani fer at taka av tilboðnum um royndarvenjing í Middlesbrough.