Ungur fólkafloksmaður vil í Løgtingið

Yngsti maður hjá Fólkaflokkinum í býráðnum í Klaksvík, Beinir Johannesen, ætlar sær nú í Løgtingið

Fólkaflokkurin skrivar, at 22 ára gamli klaksvíkingurin, Beinir Johannesen verður á komandi løgtingsvalið at finna á listanum hjá Fólkaflokkinum. Tað er sum ungdómsvalevni hjá ungmannafelag Fólkafloksins, Hugsa, at Beinir Johannesen verður stillaður upp.

Flokkurin skrivar, at Beinir arbeiðir í fyritøkuni KBI, har hann er handilsleiðari. Eisini hevur hann umboðað Fólkaflokkin í Klaksvíkar Býráð, síðan hann bleiv valdur á kommunuvalinum í 2016. Umframt hetta er hann eisini í gongd við útbúgvingina HD, har hann er í holt við fyrra part á Glasi.

Sjálvur sigur unga valevnið soleiðis sambært Fólkaflokkinum:

– Eftir fleiri áheitanir, so havi eg valt at stilla upp til løgtingsvalið. Eg ynski arbeiða fyri einum borgarligum politikki til frama fyri borgara og vinnu. Millum míni hjartamál eru fiskivinnan, ið skal aftur til tryggar karmar, og eisini útbúgvingaøkið, har ynskið er at gera tað meir áhugavert at útbúgva seg í Føroyum, og serliga at fara í læru.

Beinir Johannesen hevur politiskt blóð í æðrunum, um enn ikki familjan er kend í Fólkaflokkinum. Hann er abbasonur Vilhelm Johannsen, sum var løgtingsmaður frá 1980 til 2008 og landsstýrismaður frá 1979-81 og 1985-89, og hann er bróðursonur løgmann, Aksel V. Johannesen.