Skaðastovan hevði 49 útrykningar, og í flestu førum vóru tað ávirkað fólk, sum vóru dottin og høvdu fingið smærri snuddir.
- Tað vóru fýra harðskapsmál, og øll vóru framd av sama persóni. Tað var ein 16 ára gamal drongur, sum eisini hevði treytaðan dóm frammanundan. Nú var so nóg mikið, og tí er drongurin framstillaður til grundlógaravhoyring fyri sjey sakir fyri stongdum hurðum í dag. Tí fái eg heldur ikki sagt meira um hetta málið, sigur vakthavandi.
- Annars vóru 8 mál um herverk. Tað hevði ikki so nógv uppá seg. Eisini her var tað ein frustreraður maður, sum hevði gingið runt og framt herverk. Maðurin er nú búraður inni inntil miðjan august.