Ungur drongur á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Fleiri bilførarar kring alt landið eru eisini tiknir fyri at tosa í fartelefon

Í nátt hava trý ferðsluóhapp verið og í tí eina førinum varð ein ungur drongur førdur á Landssjúkrahúsið. Tað var nakað eftir midnátt, at løgreglan fekk boð um, eitt ferðsluóhapp í Klaksvík, har ein ungur drongur á skutara hevði mist tamarhaldið á skutaranum og hevði rent á ein bil, sum stóð parkeraður.

 

Drongurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, tí illgruni var um okkurt smávegis brot. Síðani hevur løgreglan annars tosað við hann, umframt at blóðroynd er tikin av honum fyri at vita um hann var ávirkaður. Somuleiðis hevur løgreglan tikið skutarin til kanningar og so fara úrslitið av teimum kanningunum at gera av, hvat annað skal henda í málinum.  

 

Í nátt fór ein bilur út av í Norðstreymoy, har bilførarin kom so langt út á vegjaðaran, at hann fór útav. Men har var eingin skaði av nøkrum slag. Og aftur í nátt varð ein seyður ákoyrdur, hesa ferð var tað á Sandavágshálsi. Men tað ger løgreglan ikki meiri við, so tað verður ein spurningur, sum bilførarin, bóndin, og tryggingin, avgreiða sínamillum.

 

Men í gjár varð eisini eitt rættiliga stórt tal á bilførarum kring landið, tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyrdu bil. Í Føroyum fáa bilførarar 1000 krónur í bót fyri at tosa í handhildnari fartelefon ímeðan teir koyra bil, men í Danmark er revsingin nýliga herd, so har fáa bilførarar nú eisini klipp í koyrikortið fyri hetta.