Tá løgreglan gjørdi ferðmátingar í Kollafirði í gjár, var ein ungur bilførari tikin fyri at koyra 84 km um tíman í bygdum øki. Av tí at talan var um ein ungan bilførari, sum fyri kortum hevði fingið koyrikortið, so fekk hann koyriforboð, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn í morgun.
Í Eysturoynni steðgaði løgreglan trimum prutlum, har tvey fólk vóru á hvørjum. Tað er ólógligt, og fingu øll fólkini bót fyri tað. Annars vóru prutlini í ordan og førararnir høvdu allir koyrikort.










