Allan leygardagin verður ítróttarhøllin í Trongisvági karmur um tað stóra finalutiltakið, sum Flogbóltssambandið og TB skipa fyri, nú finalurnar hjá gentum 14, dreingjum 14, kvinnu- og mansunglingum eru á skránni. Liðini, sum spæla finalurnar, eru tey, sum gjørdust nummar eitt og tvey í kappingini, sum var í Havn leygardagin 28. februar.
– Hóskvøldið fáa vit Taraflex-gólvið hjá Flogbóltssambandinum suður, og so verður tað beinanvegin lagt á. Gólvið sleppur so at liggja í friði og náðum á allan fríggjadagin, so tað er púra klárt, tá fyrstu dystirnir eru leygarmorgunin, sigur Otto Gram, sum vegna TB samskipar tiltakið.
– Og eg má siga, at tað er ótrúliga stuttligt, at fólk ganga so høgt uppí, at hetta alt skal eydnast væl. Eg kann nevna, at tað bara tók mær hálvan tíma at fáa fatur í 12 monnum, sum allir játtaðu at koma at leggja gólvið á.
Kjósa bestu spælarar
Fyrsta finalan er tann millum kvinnuunglingarnar hjá Mjølnir og Fleyr, sum byrjar klokkan 10. Síðani er finalan millum KÍF og TB hjá gentum 14 á skránni klokkan 12, og tveir tímar seinni spæla Mjølnir og TB finaluna hjá dreingjum 14. Tann seinasta finalan, sum er millum mansunglingarnar hjá SÍ og Fleyr, byrjar klokkan 14.45.
– Sum nakað nýtt, so verða allir spælararnir presenteraðir, tá teir ein og ein renna inn á vøllin til hvønn dyst. Og eisini verður besti spælari í hvørjari finalu kosin eftir hvønn dystin. Høvuðsdómarin, annardómarin og dómaraborðið gera av, hvør fær tann heiðurin, sigur Otto Gram, sum eisini veit at siga, at besti spælari í hvørjum dysti fær ein vinning frá Flogbóltssambandinum.
– Vit hava eisini fingið lokalar politikarar og stuðlar at handa steyp og heiðursmerki eftir hvørja finalu, og millum finalurnar hava vit eisini ymiskt til undirhalds, so sum livandi tónleik og dansigentur. Eisini hava vit andlitsmáling og køkutombola, og allan dagin bjóðar matstøðan í høllini kalt borð.











