Ungu klaksvíkingarnir bíða í spenningi

Fótbóltur: Og liðformaðurin minnist aftur á, at Smicér var strævnasti maðurin at hava tjóður á fyri einum góðum ári síðani

Teir eru báðir millum feskastu nøvnini í landsliðshøpi. Venjarin plagar at siga, at nýggju menninir skulu koma so at siga gjøgnum bakdyrnar og inn á liðið, og tað vita tey bæði umboðini fyri nýklæktu FM vinnararnar, Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen.

Tað er ikki útilokað, at annar teirra verður ímillum teir fyrstu ellivu í kvøld, men tað hevði líkst venjaranum lítið at gjørt so stóra roynd í so týdningarmiklum dysti.

? Eg rokni ikki við tí, men fái eg møguleikan, so kenni eg meg vea so mikið væl fyri, at eg havi gott tak á nervunum, so tað hevði ikki verið nøkur forðing, sigur Rógvi Jacobsen, sum fyri fyrstu ferð er uttanlands við landsliðnum. Hann heldur tað vera hugaligt at venja saman við landsliðsmonnunum.

Heðin á Lakjuni var við í Spania fyri tveimum árum síðani, og hann var eisini við á venjingarleguni fyrst í hesum árinum. Heðin plagdi at vera vongverji og onkuntíð miðverji hjá KÍ, men í ár hevur hann í nógvum dystum verið álopsmaður í vinstru.

Tá vit spyrja hann, hvar hann droymir um at spæla á landsliðnum, heldur hann fyri, at hann fer at gera tað, sum venjarin gevur honum boð um:

? Men um eg sjálvur hevði havt møguleikan at valt, so hevði eg einki havt ímóti at verið vongverji í vinstru, tí tað hevði givið mær meiri pláss at spælt frameftir og harvið at fingið møguleikan at brúkt skjótleikan.


Arbeiddu nógv

Jens Kristian Hansen, liðformaðurin á føroyska liðnum, var ikki komin á landsliðið, tá Føroyar í HM undankappingini í 1992 og 1993 vóru í bólki við Kekkoslovakia, men síðani tá hevur hann spælt við allar tríggjar ferðirnar:

? Tá vit sammeta hetta mótstøðuliðið við hini, sum vit hava spælt ímóti í hesari undankappingini, so haldi eg, at tað er mest spennandi at spæla ímóti Kekkia, tí har eru nógvir spælarar, sum dagliga eru í nøkrum av bestu liðunum í Europa, og so hava teir eitt av bestu liðunum í heiminum.

Tá vit spyrja liðformannin um, hvat hann serliga minnist frá 1?0 tapinum í fjør, so minnist hann sjálvandi fyrst og fremst málið, ið kekkarnir so at siga stjólu í mjørkanum, men hann minnist eisini, at tað serliga var ein maður, sum gjørdi um seg:

? Teir høvdu ein stóran mann har frammi (Vratislav Lokvenc). Hann stóð fyri tað mesta stillur, og so var tað Vladimir Smicer, sum flutti seg sera nógv og var strævin at hava tak á, sigur liðformaðurin, sum heldur, at tað man ikki fara at vera stóri munurin á, sjálvt um onkrir av teimum, sum hava verið nógv við, ikki vera við hesa ferð.