Ungt stjørnuskot framførir á Hvonn

Tannáringurin Annika Malunardóttir syngur og spælir egin løg í Hvonn Live í kvøld

Ymiskt undirhald, prát og tónleikur vera á skránni á Hvonn í kvøld, tá sendingin Hvonn Live er á skránni.

 

Sent verður beinleiðis av Hvonn í Havn frá klokkan 20.00, og sum vanligt eru fleiri tónleikainnsløg.

 

Ein, sum fer at framføra í sendingini, er 13 ára gamla Annika Malunardóttir úr Havn, sum ger síni egnu løg og skrivar tekstir til.

 

Hon hevur havt onkra einstaka framførslu, og í kvøld fer hon at syngja og spæla egnar sangir, tá hon framførir í Hvonn Live, har høvi eisini verður nýtt til at práta við hana.

 

Hvonn Live byrjar klokkan 20.00, og fólk kunnu koma á Hvonn at lurta ella hoyra alt beinleiðis á Rás2.