Ungmannafeløg mótmæla

- Vit, sum eru ung í dag, eru millum tey, ið verða harðast rakt av hesum uppskotinum, siga politisk ungmannafeløg.

Í samband við yvirlýsingini móti skatting av eftirløn, sum 37 fakfeløg, umboðandi meginpartin av føroysku løntakarunum, hava latið pørtunum, ið samráðast um samgongu, vilja ungmannafeløgini Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið og Unga Sjálvstýrið staðiliga mæla frá, at eftirlønir verða skattaðar við inngjald, heldur enn útgjald.

- Vit, sum eru ung í dag, eru millum tey, ið verða harðast rakt av hesum uppskotinum. Framskrivingar vísa, at talið av arbeiðsførum føroyingum fer í helvt næstu 30 árini, meðan tað verða fleiri og fleiri gomul. Hetta merkir, at meðan tað í dag eru fýra arbeiðsfør fyri hvønn pensjónist, verður lutfallið í framtíðini bert tvey til ein. Við nýggja uppskotinum fara pengar at mangla í landskassanum, tí tey eldru ikki rinda skatt av eftirlønini, skriva ungmannafeløgini í einum skrivi í dag.

- Við uppskotinum er lívsgrundarlagið hjá okkum, sum skulu tryggja framtíðar vælferð í Føroyum, í vanda. Tað er lítið motiverandi at vera partur av einum samfelagi, har politikkarar eru so stuttskygdir, at løtuvinningur verður tikin framum ábyrgd fyri komandi ættarliðum.

Vert er at leggja merki til, at eitt ungmannafelag hjá flokki, sum er við í samgongusamráðingum í løtuni, er við í mótmælisskrivinm. Tað er Unga Sjálvstýrið.