Unglingarnir vunnu á monnunum

8-mannafør: Nevið Reyða vísti, at kappróðurin eigur góða framtíð í Klaksvík

Kappróðrarhýrurin er góður í Klaksvík. Tíðliga seinnapartin vann Fípan Fagra við dreingjum kappróðurin í barnaróðrinum, og nú eydnaðist tað unglingum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag at vinna.

Talan var um ikki hissini sigur. Argjabáturin, sum hevur heilt roynda og sigursvanda manning, var fremsti størra partin av teininum. Nevið Reyða, ið er mannað við teimum, sum í fjør vunnu FM við Páll Fanga í kappingini millum 6-mannaførini, gavst ikki á hondum, og undir Kósabrúnni lógu báðir bátarnir stavn um stavn.

Í endaspurtinum áttu teir á Nevinum meiri í sær, og á málinum var fjarstøðan aftur til argjamenn meiri enn ein hálv bátslongd.

 

1 Nevið Reyða 4.52.08

2 Argjabáturin 4.53.20