Vágamenn hava sett sær fyri, at teir skulu seta fólk við, soleiðis at teir við spælarum, ið eru uppaldir har vesturi, í framtíðini skulu eiga lið, ið kann gera seg galdandi í bestu deildini.
Eitt er at seta sær sovorðið fyri, og eitt annað er at gera tað til veruleika. Eftir at tað fleiri ferðir áður hevur miseydnast hjá teimum at fáa unglingaliðið, sum teir hava meldað til, at rigga, so tykist tað at ganga betur í ár. Unglingaliðið hevur spælt tveir dystir. Í tí fyrra taptu teir 3-0 í Gøtu, og í tí seinna vunnu teir á heimavøllinum í Sandavági 11-1 á fuglfirðingum.
Og nú ætla teir sær út at ferðast við unglingaliðnum. Komandi vikuskifti, tá tað er hvítusunna, skulu teir taka lut í kapping, sum AB skipar fyri í Gladsaxe. Leygardagin skulu teir spæla tríggjar dystir, ið verða tvær ferðir 25 minuttir til longdar, sunnudagin skulu teir spæla tveir dystir, og mánadagin verður spælt um endaligu plaseringarnar.
Tvey mótstøðulið koma úr AB, eitt úr Virum Sorgenfri, eitt úr FC Bornholm, og so verður eitt týskt lið við eisini. Kappingin verður í øllum teimum yngru aldursbólkunum, og teir elstu luttakararnir eru úr unglingadeildini. Tað er venjarin hjá FS Vágar ? hann eitur Ole Andreasen, og hann er ættaður úr Keypmannahavn ? ið hevur fingið ferðina í lag. Umframt unglingarnar verða tríggir eitt sindur eldri spælarar við á ferðini. Teir eru málverjin Jóhan á Mýrini, Birgir Joensen og Kim Poulsen.
Sambært kappingarskipanini skal FS Vágar spæla landskappingardyst í Gøtu leygardagin, men í samráð við GÍ og kappingarnevndina er avrátt, at tann dysturin skal spælast mikudagin 2. juni.