Hóast bert 13 ára gamlir, vunnu Silas Eyðsteinsson og Høgni E. Nielsen, úr Sandavági, talv-gull í ávikavíst unglingum og í almenna bólkinum. Silas Eyðsteinsson vann FM-heitið í unglingum longu undan seinasta umfarinum og tá seinasti leikur var fluttur leygardagin, vann Silas FM við 7,5 stigum, meðan Sjúrður Olsen, úr Vestmanna og Rúni Tindskarð Jacobsen, úr Havn, gjørdust ávikavíst nr. 2 og 3 við 6 stigum hvør. Sjúrður hevði munin í mótstøðustigum.
Høgni Egilstoft Nielsen vann Almenna bólkin sera sannførandi við heili 8,5 stigi av 9 møguligum. Eitt satt bragd og talan er um enn eitt frálíkt úrslit hjá Høgna, har hann enn einaferð prógvar heilt serligar talvgávur.
Jákup á Rógvu Andreasen, úr Vestmanna, gjørdist nr. 2 í Almenna bólkinum við 7 stigum, meðan formaðurin í Vestmanna Talvfelag - fyriskiparin - Jón Mikkelsen, vann bronsuna við 5,5 stigum, við betri mótstøðustigum enn Jógvan Næs og Hanus Ingi Hansen, sum eisini fingu 5,5 stig.
Tað grør um gangandi fót í Sandavági. Sandavágs Talvfelag vann í 2011 á fyrsta sinni FM í liðkappingini. Unglingarnir vunnu eisini liðkappingina.
Í dag kom FM-heitið í unglingum fyri einstaklingar og gull í Almenna bólkinum somuleiðis til høldar.
Sí úrslit og talvini á: www.faroechess.com