Fyri nøkrum mánaðum síðani varð útskrivað kapping um at skriva eina nýggja ólavsøkukantatu.
Tá freistin var úti, vóru 7 verk komin inn til dómsnevndina at taka støðu til. Formaður í nevndini var Sunleif Rasmussen.
Til framførsluna av Requiem hjá Brahms í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið, varð eisini avdúkað, hvørjir vinnararnir av kantatukappingini vóru.
Og tað var av sonnum yngra ættarliðið, ið var í fremstu røð.
Vinnarar gjørdust Tróndur Bogason og Dánjal Hoydal. Tróndur eigur tónleikin og Dánjal orðini í hesum samstarvinum. Og tað eru ungir menn, ið við dugnaskapi og hegni endaðu á ovastu rók í kappingini. Teir eru báðir 24 ára gamlir.
Hetta er fyrsta ferðin, at teir saman royna seg í tvíbýtum samstarvi. Tróndur er royndur tónasmiður og er nú undir útbúgving sum slíkur. Hann hevur áður vunnið kapping um kórverk, sum Tórshavnar Manskór skrivaði út.
Næstir vinnarunum gjørdust Kári Bæk og Hanus Kamban. Kári eigur tónleikin og Hanus orðini.
Á 3. pláss komu Knút Olsen og Sólrun Michelsen. Knút er kendur fyri at eiga mangar perlur innan føroyskan kórtónleik. Í hesum samstarvinum er tað eisini hann, ið eigur tónleikin og Sólrun eigur orðini.
Ætlanin er, at nýggja ólavsøkukantatan skal framførast á Tinghúsvøllinum á ólavsøku. Nýggja kantatan skal tó ikki avloysa gomlu kantatuna, men tær skulu liva lið um lið.
Sunleif Rasmusen metti í samrøðu í Útvarpinum, at verkini, ið gjørdust nummar 2 og 3 eiga eisini at fáa høvi at verða framførd, tí tað hava tey uppiborið.Hann segði tó, at ringt var ikki at taka dagar ímillum og velja bestu kantatuna.
Staðfestast kann, at yngra ættarlið kom á ovastu rók í kantatukappingini hjá Kórsambandi Føroya og hervið eru eisini lunnar lagdir undir vónir um gróðrarlíkindi, og at í framtíðini eiga vit klettar at byggja á.
Fyrsta virðislønin er 40.000 krónur.iðis at Rúni og Rói gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.
Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.
GÍ var betri
Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.
Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.
Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.
At enda skal nevnast, at GÍ eisini átti besta leikaran hendan dagin. Magni Jarnskor stríddist fyri fleiri í samfullar 90 minuttir, og hetta var eisini viðvirkandi til, at reyða kortið hjá Helga ikki fekk nakran serligan týdning. GÍ liðskiparin setti bara ferðina enn meira upp, og so var tann trupulleikin loystur.
»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.
Finala um løgmanssteypið
HB-GÍ 0-1 (0-1)
0-1: Óli Hansen
Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ
Dómari: Suni Johansen
HB:
Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum
GÍ:
Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm