Føroyska sjónleikarafelagið Fívil úr Sundalagnum umboðar í ár Føroyar í einum stórum norðurlendskum sjónleikatiltakið fyri ung. Tiltakið eitur Fenris, og hetta tiltakið fer av bakkastokkið fjórða hvørt ár. Fenris byrjaði í 1985, og tað eru ungdómsbólkar úr øllum norðurlondum, sum eru við í hesum tiltaki.
Tað er aðru ferð at føroyska sjónleikafelagið Fívil umboðar Føroyar í tiltakinum Fenris. Ferðalagið Fenris er í løtuni í Íslandi, har tey hava framført. Fyrst høvdu ungu sjónleikararnir frumframførslu á Aukureyri, og síðani sýndu tey sín leik fram í sjónleikarhúsinum í Reykjavík.
Næsta steðgistað fyri ferðalagi er so í Føroyum, har tey leygardagin kl. 16 skulu framføra í Norðurlandahúsinum. Ungu skandinavarnir hava sjálvi valt temaið til leikin, og temaið er "tabu", tað vil siga, tað tú ikki tosar um. Ungu sjónleikararnir hava eisini skrivað partar og lítil brot av sjónleikinum, og so er tað sett saman til ein leik av einum, sum ger skrivaðan tekst til leik.
Føroyskar kreftir aftanfyri
Instruktrørurin er íslendari, samskiparin er dani, og sum heild standa fleiri útlendingar aftanfyri hetta tiltak. Men føroyskar kreftir seta eisini sín dám á Fenris, við tað at tvær ógvuliga týdningarmiklar uppgávur verða rektar av monnum, sum búleikast her á landi. Kristian Blak er nevnliga tónasmiðjur í hesum tiltakið, og er hann ógvuliga væl umtóktur av fyriskiparunum í Fenris tiltakinum. Síðani hevur Edvard Fuglø tekna plakatina til leikin og tiltakið, eins og hann gjørdi seinastu ferð tiltakið var fyri fýra árum síðani.
Samskiparin í tiltakinum er dani, og hann eitur Joachim Clausen.
Tiltakið er fyri at menna og eggja ungum sjónleikarum, og ferðalagið kemur úr Reykjavík til Føroya fríggjamorgunin. Síðani verður framført leygardagin kl. 16 í Norðurlandahúsinum í Havn, áðrenn farið verður víðari mánadagin. Næsta steðgistað hjá ungu sjónleikarunum í Fenris er Áland.