Leygardagin fara tríggir av ungu sangfuglunum í føroyskum tónleiki á pallin á Reinsarínum í Havn. Talan er um tey trý, Maria á Lakjuni, Beinir Troest Rasmussen og Rakul Ró Steintórsdóttir, sum øll hava verið nógv at hoyra.
Saman við tónleikarum fara tey at syngja og spæla burturúr rúgvuni av teimum nógvu løgunum, tey hava sungið seinastu tvey, trý árini. Maria á Lakjuni fer at syngja løg av fløguni, Vøkur er verðin, Beinir fer at syngja løg av fløguni, Kom við og Rakul Ró fer at syngja sínar kendu Kularøtur-sangir. Eisini fara tey øll trý at syngja nøkur løg saman.
Hetta verður samstundis fyrsta ferð, tey trý syngja og spæla á Reinsarínum, og Á myndini eru tey, frá vinstru, Rakul Ró, Rani, sum er trummusláari hjá teimum, Maria og Beinir.
|










