Ungir menn við nýggjari fyritøku

Hin 1. mai í ár sá ein nýggj føroysk íverksetarafyritøka dagsins ljós. Hetta er søgan um eina skúlaverkætlan, sum bleiv til eina vinnuliga fyritøku - ella frá bók til business.

Fyritøkan, sum talan er um, eitur Climashop ÍVF, og tað eru teir tríggir, John Daniel Guðjonsson, Mikkjal Olsen og Høgni Waag Høgnesen, ið standa sum eigarar. Hetta er tí eisini søgan um tríggjar ungar føroyingar, sum tóku stigið frá bók til business. Allir hava teir sína vanligu gongd niðri á Aalborg Universiteti, og fyrstu fræini til nýggju fyritøkuna vórðu eisini sádd á norðurjútska universitetinum, sum eitt nú er kent fyri at leggja dent á íverksetan í fleiri av útbúgvingunum. 

In.fo hevur spurt teir tríggjar, hvør ætlanin er við Climashop.fo, og vit hitta teir miðskeiðis í Klaksvík við útsýni yvir Borðoyarvík. Sólin hevur hug at treingja seg niður millum skýggini, nú vit eru komin út í juni mánað. Tað angar av kaffi, og ungu íverksetararnir tosa ivrigir um tøl og framtíðarætlanir.

Teir eru spentir upp á nýggju fyritøkuna, sum júst er farin undir sítt virksemi. Teir fortelja, hvussu fyritøkan er íkomin og siga, at tað byrjaði við einari verkætlan, har teir sum bólkur lýstu og greinaðu danska marknaðin fyri grønum orkuloysnum. 

- Hetta hevði við sær, at vit fingu áhuga fyri hesum evninum, og tí valdu vit at stovna donsku fyritøkuna Climashop.dk. Eftir at hava verið á danska marknaðinum í eina tíð, hildu vit, at vit við okkara máta at gera tingini upp á kundu geva føroyska marknaðinum nakað annað enn onnur, ið selja hitaskipanir og ventilatión, sigur John Daniel Guðjonsson, sum eisini er stjóri í felagnum. 

Mikkjal Olsen tekur yvir og upplýsir, at Climashop hevur sett sær fyri at gera tað at velja orkuloysn so lætt og einfalt sum møguligt fyri brúkaran. Ein táttur í hesum er, at hjá Climashop verður - sum útgangsstøði - alt íroknað í prísinum.  

- Fyri brúkaran merkir tað, at tá hann fer inn á Climashop.fo og sær ein prís, so veit hann, at so kemur eingin eyka rokning. Prísurin á heimasíðuni er tann prísur, sum kundin skal gjalda - íroknað eitt nú uppsetan, elarbeiði og annað, sigur Mikkjal, sum leggur aftrat, at øll uppsetan verður gjørd í samstarvi við P/F Signar Kallsberg, ið er løggildur og hevur drúgvar royndir innan økið. 

Meðan vit skifta orð, merkist tað, at teir tríggir hava nógv at takast við í hesum døgum. Telefonin hjá Mikkjali Olsen ringir, og hann reisist úr stólinum at svara. 

 

##med2##

Høgni Waag Høgnesen tekur yvir og heldur fram: 

- Vit eru greiðir yvir, at fyri fólk flest eru orkuloysnir ikki nakað, tey hugsa stórvegis um í gerandisdegnum. og tí er tað heldur ikki nakað, tey hava áhuga í at brúka nógva tíð upp á at seta seg inn í. Tí er okkara konsept at gera tað so einfalt fyri kundan sum møguligt at velja sína orkuloysn. Tað skal bara rigga. Tað er her, vit kunnu hjálpa, sigur hann. 

Ein liður í at gera tað ómakaleyst fyri kundan er at gera alla tilgongdina - frá kunning til keyp - meira talgilda. Á heimasíðuni hjá Climashop.fo fer at verða kunnað um orkuloysnir og annað í hesum sambandi, og kunningin fer at verða dagførd regluliga við nýggjastu vitan innan økið. 

Tað verður ikki bara á netinum, at Climashop-fyritøkan verður atkomulig 24 tímar um samdøgrið. Høgni Waag Høgnesen upplýsir, at Climashop vil veksa á føroyska marknaðinum.  

- At veita góða tænastu verður okkara fremsta mál fyri at veksa á føroyska marknaðinum. Tí svarar okkara telefon altíð. Eisini eftir klokkan 16, um tað er tá, at kundin hevur tørv á hjálp, sigur hann. 

Teir tríggir vóna, at føroyingar fara at taka væl ímóti nýggja og meira talgilda mátanum at keypa orkuloysnir uppá. 

- Umframt at veita dygdarvørur, so hava vit skorið alla óneyðugar útreiðslur burtur og kunnu tí veita eins høga góðsku, sum aðrir veitarar, men eisini fyri ein prís, sum ofta er bíligari enn aðrir á marknaðinum kunnu bjóða, upplýsir Høgni Waag Høgnesen. 

 

##med3##

Mikkjal Olsen hoyrist aftan fyri onkunstaðni, har hann er um at enda telefonsamrøðuna, ið letur til at snúgva seg um online-marknaðarføring og gerð av heimasíðu. Hann leggur á og setur seg aftur við borðið saman við hinum. Teir spyrja um avtalan er í pottinum, og Mikkjal smílist og nikkar. 

- So, nú eru vit klárir at fullføra okkara skúlaverkætlan. Hon er nakað størri, enn tá vit fyrstu ferð fóru at kanna danska marknaðin fyri grønar orkuloysnir, sigur John Daniel Guðjonsson og brosar. 

- Men, tað er nú, tað verður ordiliga spennandi, leggur hann aftrat - og tað sæst á øllum brøgdum, at virkisfýsnu íverksetararnir allir eru spentir upp á at bjóða Climashop.fo fram á føroyska marknaðinum.