Ungir menn smíða heimasíður og netskipanir

- Endamálið hjá okkum er at verða við til at nøkta tann vaksandi tørvin hjá einstaklingum og virkjum innan internettænastur, siga teir sum eiga smápartafelagið, Krea á Skálafjørðinum


Vørumessan 2003

?Frá hugskoti til veruleika. Krea ? tín loysn á alnótini?.
                Hesi eru slagorðini.
               Í januar í ár stovnaðu ungir menn felagið, Sp/f Krea, á eystara armi á Skálafjørðinum. Felagið hevur adressu Undir Kletti 3 í Saltangará.
              Teir, ið standa aftanfyri felagið, eru Oddmar S. Olsen, Martin Anthoniussen, Bárður S. Hammer og Egil G. Olsen.
              Felagið smíðar heimasíður fyri einstaklingar, virkir og stovnar og veitir tænastur innan internet og netkipanir.

Drúgvar royndir

- Endamálið hjá okkum er at nøkta ein part av tí vaksandi tørvi hjá einstaklingum og øðrum innan internettænastur.
                Stigtakararnir, sum hava arbeitt innan teldutøkni í fleiri ár, siga, at teir leggja serligan dent á heimasíður.
                - Okkara høvuðsøkið er at smíða og menna heimasíður og annars veita internettænastur og netskipanir til okkara viðskiftafólk.

Fleiri viðskiftafólk

Í sínum arbeiði við heimasíðum nýtir Krea serliga forritini, ASP, PHP, Access og MySQL database.
               Felagið hevur longu smíðað heimasíður fyri fleiri viðskiftafólk. Av hesum kunnu nevnast AWI-Boats, Bústevnan Hús & Innbúgv, Estra, Handilshúsið, Hotel Tórshavn og Hógv Handilsvirki.
               Meira fæst at vita um Sp/f Krea á www.krea.fo