Ungir menn doyðu í Grønlandi

Tveir ungir menn doyðu í Grønlandi leygardagin, tá teir vóru á veg i báti úr Maniitsoq til Kangaamiut.

Tveir ungir menn doyðu í Grønlandi leygardagin, tá teir vóru á veg i báti úr Maniitsoq til Kangaamiut. Tað var klokkan 19.30, at løgreglan fekk boð um, at ein bátur við tveimum monnum umborð var farin at leka.

 

Løgreglubáturin Sisak II loysti beinanvegin í Maniitsoq, og ein skjóttgangandi gummibátur varð sendur undan løgreglubátinum. Eisini varð bjargingartyrla send avstað.

 

Gummibáturin fann annan mannin lívleysan klokkan 2,37 sunnunáttina, og hin maðurin varð funnin klokkan 4.50. Báðir vórðu staðfestir deyðir, tá teir komu á sjúkrahús.

 

Tað er grønlendska heimasíðan - www.sermitsiaq.ag - sum ber hesi tíðindi.