Ungir leikarar skulu verjast ímóti skaðum

Hondbóltsmennarin hjá HSF hugleiðir um, at ungir leikarar spæla ov nógvar dystir

Árið 2016 er farið at halla, og í hesum sambandi hevur Hondbóltssamband Føroya í dag kunngjørt eina hugleiðing hjá Peturi Mittún, sum í mai varð settur sum hondbóltsmennari hjá HSF. Hugleiðingin snýr seg um, at ungir, føroyskir hondbóltsleikarar skulu verjast betur ímóti skaðum.

 

Fleiri av teimum, ið eru góð við hondbóltin, halda, at ov nógvir ungir leikarar eru ov illa skaddir á ungum aldri. Petur Mittún vísir millum annað á, at ein góður leikari hjá Dreingjum 16 kann enda við at spæla tríggjar heilar dystir eitt heilt vikuskifti við ávíkavist Dreingjum 16, Dreingjum 18 og 1. deild hjá monnum. Somuleiðis kann ein góður leikari hjá Gentum 17 enda við somuleiðis at spæla tríggjar dystir upp á bert eitt vikuskifti - við Gentum 17, 1. deild og Hvonndeildini.

 

Petur Mittún skrivar eisini, at ov nógvir dystir hjá einstaka leikaranum føra við sær, at minni tíð verður til styrki- og skaðafyribyrgjandi venjingar. Eisini heldur hondbóltsmennarin, at møguligar reglubindingar skulu setast á, hvussu nógvar minuttir ein leikari kann spæla upp á eitt vikuskifti.

 

Samanumtikið ynskir hondbóltsmennarin eina hugburðsbroyting á hesum økinum í føroyskum hondbólti, tí at í løtuni spæla nógvir ungir spælarar ov nógvar dystir við tí úrsliti, at teir gerast illa skaddir á ungum aldri.

 

Hugleiðingin hjá Peturi Mittún kann lesast í fullum líki niðanfyri. Skrivið er tikið av heimasíðuni hjá hondbóltssambandinum:

 

Hava vit ov nógvar ungar skaddar/yvirbelastaðar leikarar?


Seinastu tíðini er nógv blivið tosað um, at vit hava ov nógvar skaddar leikarar, her hugsi eg serliga um ungar leikarar. Hetta er galdandi bæði fyri dreingir og gentur, tó at tað tykist sum um gentusíðan er meira rakt, tá talan er um skaðar.


Ein kann spyrja seg sjálvan:


• Gera vit okkurt skeivt, ella eigur hetta bara at verða so?


• Er støðan verri í Føroyum enn í londum vit vanliga samanbera okkum við?


Havi javnan samskift við venjararnar (eisini útlendsku venjararnar), sum eru knýttir at føroyskum hondbólti. Teir siga allir við ein munn, at okkara ungu leikarar leika ov nógvar dystir og tískil koma nógvir skaðar. Tað er ein sannroynd, at nógv flestu skaðarnir koma undir dysti, men hetta er neyvan allur sannleikin.


Um okkara ungu leikarar hvørja viku spæla ov nógvar dystir, verður ov lítil tíð til restituitión/hvíld, eins og ov lítil tíð verður til uppbyggjandi venjingar, her hugsi eg serliga um styrkivenjing og fyribyrgjandi venjing. Hetta er alt venjing, sum í longdini skal gera, at okkara leikarar verða førir fyri at spæla longri og ikki bert til teir eru í byrjanini av 20’unum, og verða noyddir at gevast vegna álvarsligar skaðar.


Londini rundan um okkum hava stórt fokus á júst trupulleikan, at ungir leikarar verða yvirbelastaðir og harvið fáa álvarsligar skaðar. Kanska eru tey 5-10 ár framman fyri okkum og hava longu tikið við læru av sínum feilum. Tað er í øllum førum ein sannroynd, at stórt press er á okkara ungu leikarum. Oftani eru fleiri venjarar, sum ikki tosa saman, sum ynskja at brúka viðkomandi leikara. Tá kann verða torført hjá einum ungum leikara at siga nei við ein venjara, sum vil hava viðkomandi at spæla.


Hvat gera onnur?


Londini rundanum okkum royna at koma hesum til lívs við ymiskum reguleringum. Spurningurin er, um vit skulu byrja við reguleringum, ella um vit í felag skulu fáa eina hugburðsbroyting millum feløg, venjarar og leikarar?


Fleiri útlendsk feløg, sum taka menningina av sínum ungu leikarum seriøst, hava m.a. ásett, at ein leikari maksimalt kann leika td. 80 dystarminuttir í einum vikuskifti. Siga vit at ein leikari spælir fulla tíð (60 min) við D18 ella G17 fríggjakvøld, eru einans 20 min eftir til aðrar dystir restina av vikuskiftinum, td. í 1. deild. Á hendan hátt kann einkulti spælarin ikki spæla óavmarkaðar dystarminuttir, eins og ymisku venjararnir verða tvingaðir til at tosa saman og samskipa spælitíðina hjá einstaka leikarinum.


Sum støðan er í dag, kann ein D16 ella G17 leikari spæla upp ímóti 180 dystarminuttum yvir eitt vikuskfiti, um viðkomandi spælir fulla tíð við D16, D18 og 1. deild á dreingjasíðuni, og G17, 1. deild og hvonn deildini á gentusíðuni. 


Samanumtikið kann sigast, at um ein hugburðsbroyting skal henda í Føroyskum hondbólti, hava vit venjarar eina sera stóra ábyrgd, kanska tí stórstu ábyrgdina?


Við hesum tankum vil eg ynskja øllum hondbólts áhugaðum eini gleðilig jól og gott nýggjár.


Petur Mittún


Hondbóltsmennari HSF