Ungir leikarar halda fram í EB/Streymi

EB/Streymur hevði eitt gott kappingarár í ár, tá teir endaðu á øðrum plássi í Formula deildini.

Nú hava fimm av ungu leikarunum, sum hava fingið teirra fótbóltsuppaling í felagnum, longt um teirra sáttmálar við EB/Streym. Hans Pauli Samuelsen, Bárður Olsen, Marni Djurhuus og brøðurnir Gert og Arnbjørn Hansen hava allir skriva undir nýggjan tvey ára sáttmála. Hesir hava verið millum berandi kreftirnar á EB/Streymaliðnum í ár, og tí hevur EB/Streymur tryggja sær eina góða grund at byggja liðið á komandi árini.