Í gjárkvøldið vórðu tveir blaðungir bilførarar tiknir fyri at koyra púra svakt á einum vegestrekki, har tað annars er loyvt at koyra 80.
Løgreglan sigur, at teir yvirhálaði ein sjúkrabil, sum var í neyðsendarørindum, og tá koyrdi sjúkrabilurin 140 kilometrar um tíman
Løgreglan tók teir báðar bilførararnar og hevur skuldsett teir fyri ábyrgdarleysa koyring.
Teir eru báðir 19 ára gamlir, og hetta er triðju ferð í ein mánað, at annar teirra er tikin fyri at koyra ov skjótt. Ta einu ferðina koyrdi hann 118 kilometrar um tíman.