Tann 18 ára gamli maðurin norðri í Sundi, sum er handtikin undir illgruna fyri at hava stungið fýra fólk í Norðdepli, varð eisini í hóslag við politiið fríggjakvøldið. Tá var talan um eitt harðskapsmál, har tríggir mans løgdu á ein annan. Bert tann eini av monnunum var á politistøðini, har m.a. fingrarmerki vórðu tikin, og tað er sami maður, sum varð handtikin í morgun um hálvgum tíggju tíðina, og nú verður avhoyrdur í sambandi við at tey fýra fólkini vórðu stungin. Fólkini eru øll innløgd á Klaksvíkar sjúkrahúsini, og eingin teirra er sambært politinum í lívsvanda.
Politiið sigur, at maðurin er illa fyri, og at hann nú millum annað verður kannaður fyri at hava tikið okkurt slag av rúsevnum.