Ungi maðurin var ávirkaður

- Motorsúklan var ikki skrásett, hevði eingi ljós og ungi maðurin, sum var ávirkaður av heilivági ella øðrum rúsevni, hevði einki koyrikort, sigur løgreglan.

Tað var stutt fyri midnátt í gjárkvøldið, at løgreglan fekk fráboðan um eitt ferðsluóhapp á Signabø. 

 

Tá in.fo spurdi vaktleiðaran á løgreglustøðini í Havn um málið í nátt, fekst lítið at vita um, hvat veruliga var hent á Signabø - annað enn, at ein motorsúkluførari var koppaður á súkluni.

 

Men, í morgun veit løgreglan eitt sindur meira at siga um sama mál. Vaktleiðarin sigur, at talan var um ein 18 ára gamlan mann, sum var førari á motorsúkluni. 

 

- Súklan var ikki skrásett og hevði eingi ljós, maðurin hevði einki koyrikort til súkluna, og hann var ávirkaður av heilivági ella øðrum rúsevnum.

 

Lagt verður aftrat, at ungi maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men hann hevði ikki fingið likamligt mein. 

 

- Blóðroynd er tikin, og maðurin kann nú vænta sær eina fitta bót, tá hann ikki hevur føraraloyvi, koyrdi ávirkaður við motorsúklu, sum ikki var skrásett - og koyrdi við ongum ljósum.

 

Løgreglan sigur, at koyringin eisini førdi til samanstoyt við ein bil, sum koyrdi eftir vegnum á Signabø.

 

- Hvørki motorsúkla ella bilur fingu tó stórvegis materiellan skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun.