Ungfiskur ikki nóg væl vardur

Fiskiveiðieftirlitið hevur seinastu tíðina fingið rættiliga nógvar fráboðanir um ungfisk, síðan eftirlitið herfyri tók fiskiloyvi frá tveimum partrolarum í Suðuroy og herfyri eisini frá einum partrolara av Skálafjørðinum fyri brot á fráboðanarskylduna, tá skipini høvdu ov nógvan smáupsa uppi í veiðini.

Meinhard Gaardlykke, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum, sigur, at onkran dagin hevur eftirlitið fingið heilt upp í 10-15 slíkar fráboðanir. Reglurnar eru nevniliga soleiðis snikkaðar, at um skiparar boða frá ov nógvum ungfiski í hvørjum háli sær – og henda fráboðan kemur skjótast tilber eftir hálið – heldur skiparin ryggin frían.

- Hvørki lóg ella kunngerðir áseta, at skipið skal gevast at fiska, um vit ikki lýsa bráðfeingis veiðibann. Heldur skiparin seg til fráboðanarskylduna, kunnu vit ikki krevja, at skipið rýmir úr økinum, sigur fulltrúin.

Meinhard Gaardlykke vísir á, at kunngerðin, sum Fiskiveiðieftirlitið í hesum førinum arbeiðir eftir, er kunngerð nr. 56 frá 26. mars 1993 um serlig tiltøk til vernd av ungfiski.

Fulltrúin sigur, at reglurnar, sum eftirlitið gongur eftir um at taka fiskiloyvi frá skipum, tá fráboðanarskyldan ikki verður hildin, eru hesar:

1) Verður undir kanningini staðfest, at fráboðanarskyldan bert er brotin einaferð á sama túri, verður fiskiloyvi tikið aftur í sjey dagar.

2) Vísir kanningin, at skiparin ikki hevur hildið fráboðanarskylduna í tveimum ella trimum førum, verður fiskiloyvi tikið aftur í 10 dagar.

3) Verður staðfest, at fráboðan ikki er givin sambært reglunum í meiri enn trimum førum, verður fiskiloyvi tikið aftur í 14 dagar og -

4) Verður á øðrum sinni staðfest brot á fráboðanarskylduna hjá sama fari, verður fiskiloyvi tikið aftur í tríggjar vikur.

- Tað er í prinsippinum landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum ger av, hvussu kunngerðin skal fremjast í verki, og tað eru vit, sum umsita skipanina fyri landsstýrismannin, leggur Meinhard Gaardlykke aftrat.

Fulltrúin á Fiskiveiðieftirlitinum vísir á, at skip hava ikki loyvi at tveita fisk í havið aftur, og tí skal allur veiddur fiskur førast til lands.

- Tann stóri trupulleikin, sigur Meinhard Gaardlykke, er, at skipini fáa næstan sama prís fyri tann smáa upsan, og tí er áhugin fyri at veiða henda fiskin so stórur.

Hann sigur, at tað er ikki ólógligt at selja undirmálsfisk, tí skipini hava jú loyvi at hava ein ávísan prosentpart av veiðini av smáum fiski.

- Tað einasta, sum í hesum førinum liggur á skiparanum, er, at fráboðanarskyldan verður hildin, og verður hon tað, kunnu vit einki gera – uttan at bráðfeingissteingja leiðina, sigur Meinhard Gaardlykke, fulltrúi á Fiskiveiðieftirlitinum.