Ungfólk skulu forbjóðast at ganga úti um náttina

– Eg veit at hetta er umstrítt, men eg helli meiri og meiri til tann íslendska mátan, sigur Løgtingsmaður

Í dag hevur Løgtingið aðalorðaskifti um okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikk í framtíðini.

Djóni Nolsøe Joensen, sum eisini er pedagogur, er talsmaður fyri Javnaðarflokkin. Og hann sigur, at meiri hann hugsar um støðuna, tess meiri hellir hann seg til tann íslendska mátan.

Fyri nøkrum árum síðani var tað vanligt, at tey blaðungu í Íslandi drukku, men so fóru myndugleikarnir undir eitt miðvíst átak fyri at broyta støðuna. Men tað vóru átøk, sum vóru bygd á gransking, og tíðin hevur víst, at tað hevur gjørt stóran mun.

Men kjarnin í íslendsku átøkunum var seta strangar reglur í gildi, har lýsingar fyri rúsdrekka vórðu bannaðar, aldursmarkið fyri at keypa rúsdrekka er 20 ár og skúlarnir fóru undir eitt miðvíst arbeiði. Samstundis vórðu foreldrini í stóran mun tikin við í arbeiði, tí royndirnar vísa, at børn og ung, sum eru nógv saman við foreldrunum, eru í minni vanda fyri at fara at drekka, enn onnur eru.

Men tað mest umstrídda, tey gjørdu í Íslandi, var at banna ungum undir 16 ár at ganga úti um næturnar.

Og Djóni Nolsøe Joensen heldur eisini, at tað líkist púra ongum, at blaðung ganga úti og vála um næturnar. Og hóast hann veit, at hetta er rættiliga umstrítt, dugir hann ikki at síggja nakað galið í at eisini vit seta eitt mark á hesum øki.

– Síggja vit børn, sum eru ávirkað av rúsdrekka, hava vit skyldu at boða frá tí, men eg havi varhugan av, at viðhvørt látast vit sum einki, og tað er álvarsligt, sigur hann.

– Spurningurin er, hvussu nógv eftirlit, vit skulu hava. Men tá ið tað snýr seg um børn og ung, haldi eg, at vit eiga seta mørk fyri at verja tey, tí tey eiga ikki at ganga úti um næturnar, sigur Djóni Nolsøe Joensen.